SEV-stýrið skal standa skúlarætt

Teir 77 limirnir í umboðsnevndini hjá SEV skulu nú taka støðu til, hvørjar avleiðingar málið um sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið skal fáa. Á komandi fundi skal stýrið geva umboðsnevndini eina frágreiðing um gongdina í málinum, og sum kunnugt eru limirnir í stýrinum ójavnir á máli um, hvat farið er fram

Málið um sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið verður nú tikið við viðgerðar á hægsta stigi. Á tí árliga umboðsnevndarfundinum, sum verður tá verkfallið er av, skal stýrið geva umboðsnevndini eina frágreiðing um, hvat farið er fram í málinum. Fundurin hevur verið á skránni áður, men vegna verkfall er hann útsettur.
Tað er Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður, sum fer at leggja hetta málið fyri umboðsnevndina.
Hann heldur, at mannagongdin í málinum, tá SEV gjørdi sáttmála við Maskinmeistarafelagið, er so ivasom, at málið má leggjast fyri umboðsnevndina til støðutakan.
Hann fer at mæla til, at SEV gerst limur í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, so at komandi samráðingar ikki verða førdar av SEV. Harvið missir leiðslan í SEV samráðingarrættin. Hetta skal forða fyri, at ein slík støða aftur kemur fyri.
Sum skilst er hetta eitt sera ógvusligt stig at taka, men Hans Tausen Olsen heldur, at hetta er neyðugt.

Ósemja í stýrinum
Sum skrivað varð í blaðnum í gjár, so eru stýrislimirnir ikki á einum máli um, hvørja kunning teir fingu á fundinum tann 28. mars. Dagin fyri hevði leiðslan á SEV verið á fundi við Fíggjarmálaráðið, har hon fekk at vita, at Karsten Hansen ikki fór at góðkenna sáttmálan. Umboð fyri SEV á tí fundinum vóru Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður, Klæmint Weihe, stjóri, og John Danielsen, skrivstovustjóri.
Dia Poulsen, sum umboðar Suðuroynna í stýrinum, førir fram, at hann ikki var kunnaður um, at Karsten Hansen ikki fór at góðkenna sáttmálan. Visti hann tað, hevði hann ikki givið formanninum heimild at skriva undir við Maskinmeistarafelagið.
Kristian Fríðrik Olsen, næstformaður í stýrinum, sigur hinvegin, at hann fekk nøktandi kunning, og at hann visti av, at Karsten Hansen dagin fyri hevði sagt, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan.
Teir sjey stýrislimirnir skulu nú greiða umboðsnevndini frá, hvussu alt er farið fram.

Brot á lógina
Spurningurin er so, hvør fer at sita eftir við svartaperi. Um stýrislimirnir vistu av, at Karsten Hansen ikki fór at góðkenna sáttmálan, men kortini hava givið formanninum heimild at skriva undir, so er spurningurin, um hetta ikki er brot á kommunustýrislógina.
Hon sigur nevniliga greitt, at landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar sáttmálar. Vistu stýrislimirnir av hesum, hví góvu teir so formanninum heimild at skriva undir?
Um stýrislimirnir hinvegin ikki vistu av, at Karsten Hansen ikki fór at góðkenna sáttmálan, so stendur leiðslan í SEV við einum stórum trupulleika. So hevur hon nevniliga ikki kunnað stýrislimirnar nóg væl um, hvørja støðu Karsten Hansen hevði í hesum málinum.
Nú verður bólturin so spældur yvir til umboðsnevndina, sum eigur næsta leikin.