Í gjár vóru tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar í Europa League. Sevilla vann 1-0 á Wolverhampton, og Shakhtar Donetsk vann 4-1 á FC Basel. Sevilla skal nú møta Manchester United, meðan Inter Milan skal spæla móti Shakhtar Donetsk.
Tað stóð nógv at spanska Sevilla, sum heilar fimm ferðir hevur vunnið Europa League. Wolverhampton fekk brotsspark í fyrra hálvleiki, men Raul Jimenez misnýtti. Tveir minuttir fyri tíð skoraði Lucas Ocampos fyri Sevilla. Tað bleiv avgerandi og var uppiborið, tí Sevilla var leikliga omaná allan dystin.
Shakhtar Donetsk vann greiðan 4-1 sigur á FC Basel. Junior Moraes, Taison, Alan Patrick og Dodo. Fyrrverandi Norwich áleyparin, Ricky van Wolfswinkel, minkaði um munin fyri FC Basel. Hetta er triðju ferð, at Shakhtar Donetsk er í hálvfinaluni í Europa League. Ukrainska liðið er nú ósigrað í 11 dystum upp í slag í øllum kappingum.
##med2##
Wolverhampton – Sevilla 0-1 (0-0)
0-1 Lucas Ocampos, 88
Wolves: Rui Patrício; Boly, Coady, Saïss; Doherty, Dendoncker, Moutinho (Neto 71), Neves, Vinagre; Traoré (Jota 79), Jiménez
Sevilla: Bounou; Navas, Diego Carlos, Koundé, Reguilón; Banega, Fernando, Jordán (Vázquez 84); Suso (Munir 89), En-Nesyri (De Jong 85), Ocampos
Shakhtar Donestsk – FC Basel 4-1 (2-0)
1-0 Junior Moraes, 2
2-0 Taison, 22
3-0 Alan Patrick, 75 br
4-0 Dodo, 88
4-1 Ricky van Wolfswinkel, 90+2
Shakhtar: Pyatov; Dodô, Kryvtsov, Bondar, Matviyenko; Marcos Antônio (Maycon 85), Stepanenko; Marlos (Solomon 72), Alan Patrick (Kovalenko 78), Taison (Tetê 85); Júnior Moraes (Fernando 85)
Basel: Nikolić; Widmer, Van Der Werff (Ramires 73), Alderete, Petretta; Xhaka (Marchand 60), Campo, Frei; Stocker (Van Wolfswinkel 73), Cabral (Ademi 73), Pululu
##med3##
Europa League hálvfinalur:
Sunnudagin 16. august:
Sevilla – Manchester United (20.00)
Mánadagin 17. august:
Inter Milan – Shakhtar Donetsk (20.00)