Sevilla Europa League vinnari

Liverpool førdi í hálvleikinum, men tapti greitt

Sevilla hevur í kvøld vunnið Europa League fyri triðju ferð upp í slag. Eftir at hava verið aftanfyri í hálvleikinum, so vann Sevilla 3-1.

 

Liverpool kom annars á odda í fyrra hálvleiki, tá Daniel Sturridge við hegnisligum skoti plaseraði bóltin í handara síðunet. Sum heild hevði Sevilla leikliga yvirtakið, men Liverpool tók yvir eftir málið.

 

Í seinna hálvleiki var bara eitt lið á vøllinum. Sevilla javnaði longu í fyrsta álopinum, har Kevin Gameiro sendi frálíkt upplegg í málið. Løtu seinni legði liðskiparin Coke Sevilla á odda, eftir enn eitt gott uppspæl.

 

Avgerðin mundi fella, tá Coke enn eina ferð kom í góða støðu og skoraði. Hesa ferð úr høgru, eftir uppspæl úr vinstru. Liverpool royndi seg við útskiftinum, men lítið hjálpti, tí Sevilla mundi vera nærri næsta málinum enn Liverpool.

 

Hetta er triðju ferð upp í slag, at Sevilla vinnur Europa League. Sevilla hevur somuleiðis vunnið sær rættin til at spæla í Champinos League komandi kappingarár, meðan Liverpool als ikki sleppur í Evropa.

 

Europa League finalan:

Liverpool – Sevilla 3-1 (1-0)

1-0 Daniel Sturridge, 35

1-1 Kevin Gameiro, 46

1-2 Coke, 64

1-3 Coke, 70