Sevilla og United eru bæði í viðgongd

Europa League: Sevilla hevur ikki tapt í 19 dystum, men Manchester United er favorittur

Í kvøld verður tann fyrra hálvfinalan í Europa League, sum er millum Sevilla, ið hevur vunnið kappingina fimm ferðir, og Manchester United, sum er í rúkandi menning.

Sevilla er fimm-faldur vinnari av Europa League 2005/06, 2006/07, 2013/14, 2014/15, 2015/16. Hinvegin, vann Manchester United Europa League so seinst sum í 2016/17. Og so koma vit til Europa League 2017/18, tá Sevilla vann á júst Manchester United í 1/8 finaluni.

Sevilla hevur ikki tapt í 19 teimum seinastu dystunum í øllum kappingum. Teir hava fyrr í kappingini vunnið sannførandi á AS Roma, og fyri kortum á Wolverhampton. Venjari er fyrrverandi spanski landsliðsvenjarin, Julen Lopetegui. Hann hevur í upptaktini kalla Manchester United størsta felagið í heiminum.

Manchester United hevði ávísar trupulleikar við knúgva danska FCK í fjórðingsfinaluni, men Manchester United hevur verið í rúkandi menning síðani koronasteðgin. Liðið hevur vunnið sær rættin til Champions League fótbólt komandi kappingarár, Burno Fernandes hevur fingið nýtt lív í miðvøllin, meðan spælarar sum Anthony Martial, Mason Greenwood og Marcus Rashford eru vandamiklir frammanfyri málinum.

##med2## 

Sevilla hevur allar mans tøkar, meðan Manchester United verður uttan Phil Jones. Veddingarfyritøkurnar hava Manchester United sum favoritt, men søgan sigur at Sevilla ikki er at spæla við.

Europa League hálvfinalur:

Sevilla – Manchester United (20.00)

Møgulig uppstillig hjá Sevilla: Bounou; Navas, Diego Carlos, Koundé, Reguilón; Banega, Fernando, Jordán; Suso, En-Nesyri, Ocampos

Møgulig uppstillig hjá Manchester United: Romero; Wan-Bissaka, Bailly, Maguire, Williams; Fred; Greenwood, Bruno Fernandes, Pogba, Rashford; Martial

Mánadagin 17. august:

Inter Milan – Shakhtar Donetsk (20.00)