SeyÐahald
Tað ræður um at síggja væl út. Soleiðis yvirhøvur, og kanska serliga, tá tú ert gjørdur upp til brund og skal hava ábyrgdina av at føra ættina víðari í komandi liði. Men sýnsmenninir spyrja ikki um ætt og slag. Teir døma bara eftir tí, teir síggja. Og tað verður eisini ofta mált við einum centimeturmáli.
Tað gongur fyri seg í bili í dag. Bilar við last, og bilar við viðfestivogni. Onkur vanligur persónbilur stendur tó eisini uttan fyri høllina, har seyðasýningin er í dag. Men hann stendur eitt sindur burturfrá. Sær út, sum hann líkasum vil geva pláss fyri teimum, sum komnir eru við seyðinum. Lat teir sleppa líka at hurðini, so tað verður sum minst hjá seyði og manni at ganga.
Tí ikki eru allir, sum vilja verða leiddir soleiðis til almenna framsýning, hóast teir ikki verða eftirspurdir kortini.
Har standa teir, hesi spelknu fýrarnir, sum uttan at vita tað eru útvaldir at bera sínar ílegur, sum tað í dag eitur, víðari út í komandi ættarlið.
Og teir, ið eiga, eru ógvuliga spentir eft at vita, hvussu nú júst teirra fer at roynast.
Sýnsmenninir eru minst líka spelknir, sum hesir hornutu, ið standa bundnir fram við vegginum. Ganga við sigar og síggja ógvuliga týdningarmiklir út. Onkur við blokki at skriva á, og aðrir við centimeturmáli. Nú skal málast upp og skrivast niður, áðrenn tann rættiliga dømingin kemur fyri.
Hon verður ikki fram við vegginum, har brundarnir nú standa, uttan í eini gyrðing, sum sett er upp mitt á gólvinum. Og tá skulu teir rættiliga vísa seg. Tí teppi er lagt á gólvið. Verð ikki fyri. Ongar smáligiheitir.
Tað legst til við fólki. Fleiri og fleiri vilja síggja, hvussu leikur fer. Teir eru spentir og spyrja sýnsmenninar, hvar teir síggja størstu lombini.
Hesir, sum ferðast víða at sýna, munnu síggja eitt sindur av hvørjum. Men teir svara - iva-leyst - sum menn vilja hoyra, at tað er ringt at siga, men júst her eru tey millum tey allarbestu, sum síggjast.
Jú, teir fara frá aftur og bretta sær eitt sindur á. Sjálvir eiga teir helst onkran, sum kanska sær serliga væl út, so ikki er at ivast í, at teir hava góðar vónir fyri einum fínum bandi í dag.
Har koma nakrir enn. Eru kanska í so seinir, men tað gongur kortini. Ein tvæveturseyður er við. Hann fær nokk ikki nakra virðisløn, men kann verða máldur kortini.
So standa eini tvey-trý lomb soleiðis líkasum í øðrum endanum. Við einum frámerki á. Trý stendur á seðlinum, festur er um hornini.
Tað vísir seg, at nú eru teir eisini farnir at sýna traðarlomb. Og mín sann, um tey ikki eisini skulu hava virðisløn í einum bólki fyri seg.
Hagalombini verða tikin tvey og tvey og leidd inn í gyrðingina, har sýnsmenninir ganga og meta um. Kropsburður. Er halin snøggur? Hvussu við beinunum? Eru tey bein? Eru afturbeinini nóg sterk at stand á? Alt skal ganga upp í eina eind. Tað er ikki nokk, at lambið er stórt, hóast tað avgjørt telur rættiliga nógv.
Og soleiðis gongur seinnaparturin, til teir at enda hava tríggjar, sum valdir eru út til eina finalu, um so kann sigast.
Og tá er spenningurin rættiliga í hæddini. Ein umgang afturat, og so hava vit tann endaliga vinnaran, og ein ikki so lítið ernan eigara.
Um kvøldið er veitsla. Fjallmannaveitsla, har lítið verður hildið um javnstøðu, og alt tað, sum har til hoyrir. Kvennkynið sleppur ikki við, uttan bara til at gera mat og servera. Tað er hitt kynið, sum í dag er í hásæti. Tað skulu tær bara vita.
Og teir fáa virðirslønir, og klappað verður fyri eimum. Tann besti fær ferðasteyp, har navn eigarans verður grivið í. Eisini tann hagaparturin, sum best var í meðal, fær heiðursbræv.
Jú sanniliga er kapping um at eiga bestu brundseyðirnar, og tað fer væl í seinna enda at síggjast aftur í seyðahaldinum.
Tað er væl tað, sum ætlanin er.