Tað hevur sum so verið eitt friðarligt vikuskifti hjá løgergluni. Hálka er eftir øllum at døma komin óvart á nakrar bilførarar, ein bilur var farin út av á Fútareyni ogsakað av svartakálki, og somu lagnu fekk ein bilur í Hvalvík, sum endaði á sjónum.
Av øðrum kann nevnast herverk á bilar. Í tveimum førum vóru dekkini á bilum skorin upp, á Heygsgerði vóru øll fýra dekkini skorin upp, og leygardagin vóru tvey dekk á einum bili í Maritugøtu í Hoyvík skorin upp.
Við Ringvegin við Varðagøtu rendu tveir bilar saman, og har skal víkiskylduspurningurin kannast.
Sunnudagin var ein førari tikin fyri at koyra fullur, og hartil hevði hann heldur einki koyrikort.
Onkur full fólk vórðu koyrd heim og onkur húsaófriður var, men tað spældi alt væl av.
So álvarsligasta hendingin var hendan í Streymnesi, har tveir seyðir lógu deyðir, allarhelst í órøkt, og djókalæknin sá seg noyddan at taka lívið av einum triðja. Tað málið verður nú kannað.