Seyður á vegnum er atvoldin til í minsta lagi 100 ferðsluóhapp árliga. Nøkur av hesum ferðsluóhappum eru sera álvarsom.
Hvat ferðsluskaðar, orsaka av seyði á vegunum, kosta samfelagnum samanlagt er ikki gjørd nøkur útrokning uppá. Men so mikið er í hvussu er greitt, at tryggingarfeløgini rinda millión upphædd krónur árliga fyri skaðar upp á bilar, har seyður er atvoldin til óhappini.
Haraftrat kemur kostnaðurin av persónsskaða við sjúkudøgum og varandi meini.
Higartil hava myndugleikarnir latið eyguni aftur fyri hesi deyðsfellu, sum øll, ið koyra á vegunum, hvønn einasta dag mugu liva við.
Stika fram við vegnum
Í álitinum um nullhugsjónina, sum nú er samtykt í løgtinginum, mælir Ráðið fyri Ferðslutrygd til, at stikað verður fram við vegunum.
Politiski myndugleikin noyðist at taka hetta vandamál í álvara, soleiðis at arbeiðið at skilja ferðslu og fenað frá hvørjum øðrum verður gjørt.
Tilmæli frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd
" at stikað verður framhaldandi fram við vegunum, so at ferðsla og
fenaður verða skild hvørt frá øðrum,
" at ávaringarskelti um seyð verða sett upp við vegjaðaran, har
seyðahús og seyðasmogur eru, og hoyggj verður givið,
Kelda: www.ferdslutrygd.fo