Aðrar morgnar vaknar tú av telefon. Tá er tað onkur av nábúgvunum, sum ringir, og tá er tað aftur sum seyð.
Og nú havi eg fingið nokk. Man stendur við gumpinum hægst frá apríl til september og grevur. Plantur, trø, runnar og annað. Tað tekur fleiri ár at fáa eitt træ at veksa. Og ein gleðist yvir at síggja, at tað veksir.
Vit fáa ikki so gott girt okkum inni ímóti vindi, tí vit búgva soleiðis fyri, men noyðast at gira okkum inni ímóti seyði, sum loypir. Og tað er ikki so lætt, tí seyðir sum loypir, heldur ikki uppat, fyrr enn høvdið verður tikið av honum. Eg havi í fleiri ár gjørt eigarin av hesum seyði varugan við, at hann leypir. Svarið, eg fái, er: »Tú skalt bara stika teg inni«. So er spurningurin: Hvussu høgt? 4-5 metrar? Um tú tosar við eigaran um seyðin, so tekur hann tað sum eitt fornermilsi. Og so er tað líkamikið, um tú ert hampulig ella ikki.
Eg hevði ikki viljað átt seyð, sum eg visti leyp inn í urtagarðar hjá fólki og ruineraðið teir uppá eina nátt. Duga tit virkiliga ikki at síggja, hvussu nógv arbeiði, ið verður lagt í ein urtagarð, og hvat tað kostar? Duga tit ikki at forstanda, at ein gleðist yvir nakað, sum plívir pent? Ella síggja tit bara seyð og seyðalort?
Tað kann ikki vera rætt, at ein lóg, sum kom í gildi 18 grøntkál, skal vera galdandi tann dag í dag, sum sigur at seyður hevur rætt til grundstykkið hjá borgarunum, sum teir hava goldið fyri.
Tað er stuttligt at koyra ígjøgnum bygdir Norðanfjørðs og síggja, hvussu alt veksur har uttan stakit, hegn og píkatrá. Á Tvøroyri sært tú bara seyð og vassar í seyðalorti.
Er tað virkuliga so ógjørligt hjá tykkum í Tvøroyrar býráð at gera tað sama, sum tey hava gjørt norðanfyri?
Koyrir tú á ein seyð, so skalt tú gjlada. Koyrir tú á eitt fólk, so hendir onki. Hvar tú so enn klagar tína neyð, so fert tú bara tað at vita, at seyðurin hevur allan rættin.
Nú vil eg gjarna spyrja býráðsformannin Páll Vang: »Hava vit borgarir í Tv. kommunu, sum ongan seyð hava ongan rætt?
Og er ongin lóg fyri teir seyðaeigarir sum hava seyð, sum loypir?«
Vælsignaðir takið tykkum saman og gerið okkurt við hendan trupulleika.
Vinarliga
Sonja Jensen