Seyður fyri 8.000 krónur á Strondum

Bæði hóskvøldið og leygarkvøldið varð skipað fyri uppboðssølu av seyði á Strondum

Bæði hóskvøldið og leygarkvøldið varð skipað fyri uppboðssølu av seyði á Strondum. Hóskvøldið var talan um eitt stuðulstiltak fyri nýggja missiónshúsið í bygdini, og leygarkvøldið var tað tann árliga sølan av brundseyði, sum Heygshagi skipaði fyri.

 

Serliga hóskvøldið var stórur áhugi at keypa, og høgu prísirnir bóru boð um, at tey sum keyptu vóru meira áhugað í at stuðla heldur enn at ogna sær seyðin. 13 lomb og ein veturgamal veðrur vórðu seld. Dýrasti seyðurin fór fyri ikki minni enn 8.000 krónur.

 

Leygarkvøldið vóru 10 brundseyðir seldir. Her lá prísurin ímillum 1.200 og 1.800 krónur fyri hvønn. Arthur Johansen, sum er ein av røktingarmonnunum sigur, at prísirnir plaga onkuntíð at vera nakað lægri, men tað er eisini ymiskt, hvussu nógvir seyðir verða seldir.

 

Ridluskriðin er ein avbjóðing

Av tí at herviliga seyðasjúkan ridluskriði er staðfestur í Eysturoynni, eru blóðroyndir tiknar av øllum veðragjólingunum í Heygshaga í ár. Hesar royndirnar vístu, at teir flestu høvdu røttu ílegurnar, sum forða fyri at sjúkan kemur í hagan. Teir fáu sum ikki høvdu hesar ílegurnar eru allir dripnir.

 

Umframt brundseyðirnar varð haruhagin í Heygshaga eisini seldur á uppboðssøluni leygarkvøldið. Har hevur vanliga bara verið eitt boð á 5.000 krónur, men í ár varð kappbjóðað, og hægsta boðið varð 8.100 krónur.