ÍSF flytir út í næstum

Fyribilsloysnin er eini sethús á Frælsinum

Ítróttarsamband Føroya flytir í næstum í eini sethús á Frælsinum, har sambandið skal húsast, til ein varandi loysn er funnin.

Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, sigur fyri in.fo, at sambandið fyrireikar seg at flyta út úr ÍSF húsunum í Gundadali, og at sambandið flytir út, tá kommunan fer undir at ríva húsini niður.

– Sannlíkt verður tað í komandi viku ella í aðru viku. Tað, sum vit hava sagt, er, at vit skulu bara tryggja okkum, at húsini verða rivin niður. Tað gevur onga meining, at vit fara út, men at húsini verða standandi. Men tað er alt, sum talar fyri, at tað verður soleiðis, sigur Ingi Mittún og leggur aftrat, at ÍSF skuldi í grundini verið flutt út, men at ætlanirnar vórðu eitt sindur seinkaðar, tí at kommunan fekk ikki tilboðið upp á at ríva húsini niður.

Ætlanir hava verið um, at ÍSF skal hava nýtt hús fram við parti av vestara skýli við ovara vøll í Gundadali. Men Petur Mittún ger greitt, at tað er ikki avgreitt enn.

– Vit vórðu samd um eina upphædd fyri húsini, sum æt 3,5 milliónir, og vit avtalaðu, at vit bíða til aftaná valið, at fara víðari við tí. Tað er ikki nakað fastlagt, og kommunan hevur ikki bundið seg til nakra staðseting. Men partarnir eru samdir um, at mann gjarna vil vera í Gundadali, so tað er tað, sum vit arbeiða út frá.

Til nýggju húsini eru vorðin veruleiki, má ÍSF taka til takkar við sethúsunum á Frælsinum, men hetta er eingin trupulleiki, metir Petur Mittún.

– Tey húsini, vit fara inn í, eru ein fín millumloysn. Vit hava skrivstovupláss til tey sambondini, ið hava tørv á teimum. Tað er ikki ein permanentloysn, tað er eingin ivi um tað.