ÍSF rundar tey 80 árini hósdagin (FM1)

(FM1) Hoyr Jarvin Feilberg Hansen frá ÍSF greiða frá tiltøkunum, ið skipað verða fyri í samband við 80 ára stovningardagin

Hósdagin 4. apríl verður Ítróttasamband Føroya 80 ár.

Í tí sambandi skipar ÍSF fyri almennari móttøku í Smæruni klokkan 16, har fyrrverandi ÍSF-forsetar fara at hugleiða um avgerandi hendingar í søguni hjá ÍSF. Við á móttøkuni verða eisini m.a. løgmaður, landsstýrismaðurin við ítróttamálum og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.

Hósdagin letur eisini framsýning upp í SMS um søguna hjá ÍSF og oyggjaleikirnar. Framsýningin verður opin til 13. apríl.

Leygardagin 6. apríl fara ítróttafeløg kring landið at skipa fyri tiltøkum í sambandi við 80 ára dagin. Higartil hava 40 feløg boðað frá, at tey hava opið hús.

 

HOYR Jarvin Feilberg Hansen frá ÍSF í samrøðu við FM1 greiða frá tiltøkunum á hesari leinkjuni