SF størsti flokkur í Danmark á ES vali

Bæði SF og Javnaðarflokkurin standa til at fáa tríggjar sessir í ES-tinginum sambært forsøgn hjá DR og TV2.

Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Javnaðarflokkurin í Danmark gongur 5,9 prosentstig aftur á valinum til ES tingið í dag samanborið við valið í 2019.

Tað vísa seinastu forsagnirnar hjá DR og TV2.

Verri gekk hjá hinum stjórnarflokkinum, Vinstra, sum fer næstan níggu prosentstig aftur.

Vinstri var á valinum í 2019 strøsti flokkurin við 23,5 prosentum av atkvøðunum, men stendur nú tila t fáa 14,7 porsent sambært forsagnunum.

Meðan Jaavnaðarflokkuin hóast alt kortini varðveitir síni trý umboð, tódnar Vinstri niður í helt, frá fýra til tveir sessir.

Størsti flokkur er sambært forsagnunum SF, sum stendur til ávikavist 17,2 og 17,6 prosent av atkvøðunum hjá DR og TV 2.

Ein forsøgn er ikki eitt endaligt úrslit, men ein framskivað greining grundað á kanningar á valstøðum, upptaldum atkvøðum og viðkomandi dátum úr meiningakanningum.

/ritzau/

 

 

Bo Amstrup/Ritzau Scanpix