Elin Heðinsdóttir Joensen er í uppskoti at gerast ÍSF-forseti, og har er einki annað evni, so tað er nokk bara ein formalitetur. So skulu veljast fýra limir í starvsnevndina, harav tveir skulu veljast fyri fýra ár og tveir fyri tvey ár.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Tey trettan skjóta upp at velja Schandorff Vang og Sigurð Rasmussen fyri fýra ár og Heðin Joensen og John Kjær fyri tvey ár. Tey trý sersambondini hava skotið Gunnar Djurhuus og Jon Hestoy upp til tvey ára skeiðið, men hava ongan skotið upp, ið skal sita í nevndini í fýra ár. ÍSF hevur aðalfund í kvøld klokkan 18.
Hetta stendur alt at lesa í Vikuskiftis Sosialinum, sum kom á gøturnar í gjár. Les eisini alt um ósemjuna í ÍSF, har sersambondini eru deild upp í samgongu og andstøðu.