Ísfiskaskip fiska makrel

Tá Fiskamarknaður Føroya fríggjadagin gjørdi sínar metingar um, hvussu henda vikan fer at roynast, var eitt línuskip á veg yvir á Flemish Kap, tvey skip vóru undir Íslandi, og eitt línuskip var á Íslandsrygginum.
- Vit rokna ikki við, at nøkur av hesum skipum koma inn at landa hesa vikuna.
Lagt verður aftrat, at eitt línuskip eisini roynir á djúpum vatni undir Føroyum, og her er veiðan mest toskur, svartkalvi og blálonga.
- Hetta línuskipið landar helst síðst í hesi vikuni.
Enn liggja nøkur línuskip inni, men tey fara væntandi út aftur teir næstu dagarnar.
Um útróður sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður harður, og veðrið verður skiftandi. Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri hesa vikuna.
- Tá útróður er, fáa bátarnir eina blanding av toski, hýsu og hvítingi, og onkur roynir eisini eftir kalva.
Framvegis eru trý pør á gulllaksaveiði, fimm pør fiska upsa, eitt par fiskar svartkalva og kongafisk, og tvey pør fiska makrel.
- Vit vænta, at eitt par kemur inn at landa upsa í dag, og hini upsaskipini koma helst inn at landa seinni í hesi vikuni.
Um partrolararnar sigur marknaðurin, at ein fiskar svartkalva, men kemur neyvan ikki at landa hesa vikuna. Hinir djúpvatnstrolararnir fiska makrel.