Ísfjall á óvanligum leiðum

Eitt ísfjall er komið norður ímóti suðurafrikonsku strondini, og tað er óvanligt Suðurafrikanska sjóverjan fekk fyri nøkrum døgum síðani boð um, at skip høvdu sæð eitt ísfjall óvanliga langt norðuri.

Tann seinasta fráboðanin kom í gjárkvøldið frá einum fiskiskipi, sum hevði siglt fram við ísfjallinum 35 fjórðingar úr suðurafrikonsku strondini.

Sjóverjan sigur, at ísfjallið er um 20 metrar breitt og einar 25 metrar høgt.

-Hetta er sera óvanligt, og tað er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at vit hava sæð eitt ísfjall so langt norðuri, sigur talsmaðurin hjá suðurafrikonsku sjóverjuni.

Skip, sum eru í økinum, eru varskógvað um ísfjallið.