Næstan samstundis sum jólatræið á Tinghúsvøllinum varð tendrað, læt nýggja Íshøllin á Skálatrøð í Havn upp fyri almenninginum.
Hetta mundi vera nakað, sum børnini høvdu glett seg til, tí bara leygardagin vóru eini 100 fólk, meginparturin børn, í høllini og skoytaðu.
Sunnudagin vóru umleið 500 fólk har.
Tað regnaði illa sunnudagin, men regn hevur ongan ávirkan, tí tey skoyta nú undir taki.