Shakin´ Stevens
Stefan í SkoriniMyndir. Álvur Haraldssena
Vit standa backstage og bíða eina løtu, áðrenn Shaky kemur niður av pallinum. Hann tykist brádliga nógv lægri á vøkstri, enn tá hann stóð á pallinum og sang lunguni úr sær. Hann er í veruleikanum bæði lítil og klæntrasligur, tá man stendur frammanfyri manninum.
Vit hava sett Shakin´ Stevens ella Micheal Barrat, sum hansara kristna navn er, stevnu eftir konsertina í Tivoli, har 20.000 fólk júst hava lýtt á aldrandi stjørnuna úr Wales.
Men hóast hann framvegis kann breggja sær av at hava eitt slag av stjørnustatus í pop-heiminum, er hann bæði blíður og fyrikomandi.
Hann minnir eitt sindur um Cliff Richard við tí svarta hárinum og síni fólkaligu atferð. Etikettuna "svigermors drøm" kundu vit eisini heft á Shakin´ Stevens. Á palli er hann eisini hampuligur í skjúrtu og nálastríputum klædningi.
Tíðarleysur tónleikur
Vit spyrja mannin sjálvan, hvat er tað, sum ger, at summir tónleikarar selja fløgur tjúgu ár eftir, at teir vóru í vælmaktini?
- Mín tónleikur rakar ein breiðan skara. Hann er blandaður saman av fleiri tónleikagreinum so sum country, blues, swing og vanligt rock n´roll, og tí er eitt sindur til øll, sum dáma slíkan tónleik, sigur Shakin´ Stevens.
Eitt gott dømi um keypiorkuna fyri Shakin´ Stevens tónleiki er, at tá seinasta útgáva hansara kom á marknaðin í Danmark fór hon beint inn á nr. 1 á sølulistunum. Nakað seinni fór sama útgáva á marknaðin í Bretlandi, og hon seldi 100.000 eintøk eftir einari góðari viku. Nú er so ætlanin er senda fløguna á marknaðin í Týsklandi eisini.
- Fólk hava lætt við at kenna seg aftur í mínum tónleiki. Hann er einfaldur og lættur at skilja. Tað er jarðbundin tónleikur, sum nógv kunnu relatera til.
- Tónleikurin hevur eisini ein "good-feel-factor", sum ger fólk glað. Øll tíðindi eru ikki góð tíðindi, og tí hava vit eisini tørv á glaðum og positivum tónleiki, sigur Shaky um sín egna tónleik.
Maniskt áratíggju
Shakin´ Stevens hevði sína stór-heitstíð í áttatiárunum. Hann greiðir frá, at lívið í áttatiárunum var "maniskt", sum hann sjálvur tekur til.
- Talan var mangan um tríggjar konsertferðir um árið, ein LP og fýra stakfløgur hvørt ár. Eg gjørdi eisini eitt ótal av sam-røðum við tíðindafólk. Speedarin var snøgt sagt í botni í áttatiár-unum, sigur Shakin´ Stevens.
- Í 84 og 85 skuldu vit í veruleikanum havt steðgað á eitt sindur og gjørt støðuna upp, men hildu á heilt inn í nítiárini, sigur Shaky, tá hann hyggur aftur á teir gyltu dagarnar í áttatiárunum.
Í nítiárunum traðkaði Shakin´ Stevens av tí altjóða tónleikapallinum. Tíðin var komin at trappa niður við konsertum og útgávum. Um vit hyggja aftureftir, var hetta óivað ein klók avgerð hjá Shaky.
- Orsøkin til at vit steðgaðu á var, at lívið var heilt einfalt ov ferðmikið. Vit hildu kanska á ov leingi, men eg steðgaði at taka nýtt tilfar upp í 92. Men eg hevði framvegis konsertir ymsastaðni, so eg lá ikki í dvala, hóast fólk ikki hoyrdu ella sóu so nógv til mín tá.
- Eg nýtti eisini høvið at gera mína fíggjarligu støðu upp. Tað er lætt at missa tamarhaldið, tá tú ikki hevur stýrt viðurskiftunum viðvíkjandi útgávum og teimum fíggjarligu viðurskiftunum sum heild. Eg vildi ikki hava fleiri pengar, men tað var eitt gott høvi at gera status og síggja, hvar eg flótaði í øllum meldrinum frá áttatiárunum, greiðir hann frá.
Comeback
Í fjør gjørdi Shaky eina roynd at geva tilfarið hjá sær útaftur. Sony í Danmark skeyt upp, at geva eina kombineraða savnsfløgu við teimum best kendu løgunum og einari DVD við upptøkum frá konsertum.
Hendan fløgan fór beinleiðis upp á hægstu rók í Danmark, og hetta gav teimum mót at geva tað sama út í Bretlandi. Hetta eydnaðist eisini sera væl, tí fløgan kom inn á fjórða pláss á hitlistanum, og hon seldi gull eftir átta døgum.
- So tað er framvegis ein marknaður fyri mínum tónleiki, slær Shaky fast.
Men hann er ikki bilsin av, at hansara tónleikur framvegis selur.
- Eg má vekja ein sovandi lurtaraskarða, tá eg gevi fløgur út. Vit nýta nógv sjónvarpslýs-ingar, tá eg sendi nýtt tilfar á marknaðin, og tað riggar sum oftast sera væl. So um eg skal røkka mínum lurtarum, so má eg lýsa gjøgnum sjónvarpið, greiðir Shakin´ Stevens frá.
Lívið sum stjørna
Hóast lívið hjá Micheal Barrat ikki hevur somu ferðina sum í fyri tjúgu árum síðani, kann hann greiða eitt sindur frá, hvussu hann hevur upplivað tíðarskeiðið, tá hann livdi dreym-in sum stjørna.
- Tað er nógv, sum gleppur einum av hondum, tá lívið gongur við rúkandi ferð, sum tað gjørdi hjá mær, sigur Shaky. Tað eru serliga tey persónligu sam-bondini, sum fara fyri bakka, og tað er nakað, sum eg sakni. Lívið gekk frá hotelli til hotel, frá einum palli til tann næsta, og eg fekk ikki sitið í frið á einari matstovu, tá eg bara vildi taka mær av løttum.
- Tú sært heldur ikki nøkur av teimum nærmastu gerast vaksin og tílíkt. Men tað er farið. Vit hava øll ymsar arbeiðstíðir, sigur hann.
Spurdur um hann angrar nakað, er svarið játtandi.
- Eg angri ávís viðurskifti her í lívinum. Eitt nú var pápi mín ikki til staðar, tá mín yrkisleið fekk vind í seglini, men tað fái eg ikki broytt.
Micheal Barrat spældi í bólkinum Shakin´ Stevens and The Sunsets í sekstiárunum, og í 69 gjørdust teir yrkistónleikarar. Tey fyrstu nógvu árini spældu teir á smáum klubbum og fyri ungum lesandi. Í 1972 varð bólkurin kosin besti live-bólkur í einari atkvøðugreiðslu millum tónleikaáhugað.
Shakin´ Stevens byrjaði sína solo-karrieru í 1977, og trý ár seinni fekk hann sítt gjøgnumbrot við lagnum Hot Dog.
Vit vita, at tað kann vera sera torført hjá evnaríkum tónleikarum at fáa eitt gjøgnumbrot á altjóða tónleikapallinum. Men hvussu upplivdi Shakin´ Stevens tíðina undan sínum gjøgnumbroti.
- Tað er torført, sera torført. Tú mást ongantíð fella í fátt. Eg var heppin við timing og teimum sambondum innan tónleikaheimin, sum eg hevði. Tað hevur alt at siga í veruleikanum.
- Tá eg var ungur, gingu plátufeløgini ikki runt í Cardiff og leitaðu eftir sangarum sum mær. Eg var heppin, tí í dag eru møguleikarnir hjá nýggjum bólkum og einstaklingum munandi betraðir samanborið við mínar ungdómsdagar.
Orkan bilar ikki
Gamal í skinni, men ungur í sinni, verður sagt. Og tað kunnu vit siga um Shakin´ Stevens, sum hóast sín heldur høga aldur (til eina popstjørnu í øllum førum) framvegis hevur orku til stórar konsertir.
- Sóu tit ikki ein ungan mann á pallinum í kvøld. Eingin er ov gamal til rock n´ roll. Man er so ungur, sum man sær út, og eg síggi rættiliga ungur út, svarar hann flennandi.
Tá vit nema við framtíðarvónirnar hjá Shakin´ Stevens, so kunnu vit gleða okkum til nýtt tilfar. Hann greiðir frá, at nýtt tilfar er á veg, og hann roknar við at fara í upptøkuhølini um ikki so langa tíð.
- Mínir lurtarar hava uppiborið nýtt tilfar, og tað havi eg sjálvur eisini, sigur hann við einum smíli.
Vágsbøur bíðar
Leygarkvøldið 6. august verður Shakin´ Stevens at síggja á palli á Summarfestivalinum í Klaksvík, og Shaky gleðir seg til at vitja Føroyar.
- Eg havi ongantíð verið har áður, men eg havi hoyrt, at tað er eitt sera vakurt stað, vit skulu vitja, og tí gleði eg meg til at vitja í Føroyum. Eg má tó fara at lesa eitt sindur uppá, áðrenn eg komi til oyggjarnar, so at eg kenni til viðurskiftini har, sigur Shaky.
- Tað er altíð ein avbjóðing at framføra fyri einum nýggjum skara av fólki, sum allarhelst ongantíð hevur hoyrt meg live fyrr.
Vit kunnu tí vænta at síggja ein væl upplagdan Shakin´ Stevens á palli í Klaksvík, har hann fer at framføra allar tær væl kendu landaplágurnar frá áttatiárunum.
??
Fakta um Shakin? Stevens
- Føddur í Cardiff í 1948
- Gjøgnum 80-ini og tíðliga í 90-unum hevði hann 38 hit-stakfløgur
- Fýra stakfløgur sum nr. 1 og tríggjar sum nr. 2
- Hevur ligið í 277 vikur á sølulistanum í Bretlandi (eingin annar hevur so góð hagtøl at vísa á)
- Tríati top 30 hits innanfyri eitt áratíggju
- Shakin´ Stevens var tað navnið, sum var longst á ensku hitlistunum frá 1980-89.