Tónleikur
Summar Festivalurin fær í august mánaði ein forkunnugan gest úr Bretlandi. Shakin' Stevens, sum var eitt tað størsta navnið í europeiskum popptónleiki í 80'unum, kemur til Klaksvíkar at hava konsert við øllum sínum kendu sangum.
Shakin' Stevens varð føddur í Cardiff í Wales í 1948, og hann fekk navnið Michael Barratt. Longu á heilt ungum aldri fór hann at royna seg sum sangari og tónleikari, og hann tók beinanvegin listarliga navnið Shakin' Stevens. Fyrsti bólkurin, sum hann varð við í, kallaðist Shakin' Stevens And The Sunsets.
Tað var eingin succes beinanvegin, men í 1969 høvdu ungu menninir í bólkinum fingið mót upp á tað, og teir blivu yrkistónleikarar. Teir spældu á hægri læristovnum og á smærri spælistøðum í Bretlandi, og teir vóru eisini bidnir um at koma til onnur europeisk lond at spæla.
Shakin' Stevens And The Sunsets vóru ikki heitl fyri nothing, tí teir fingu kjansin at spæla saman við nøvnum sum Deep Purple, Chuck Berry, David Bowie og The Stones.
Shakin' solo
Í sjeytiárunum vóru teir í studio og spældu eina plátu inn fyri EMI og CBS. A Legend kallaðist plátan, sum varð framleidd av Dave Edmunds í Rockfield Studios. Eisini á pallinum høvdu teir vind í seglunum, tí teir vórðu valdir til besta konsertbólk í Bretlandi av New Musical Express í 1972.
Í 1977 gavst bólkurin at spæla, og tá hevði plátufelagið Track Records longu fingið eygað á Shakin' Stevens og hevði gjørt ein sáttmála við hann. Sama ár kom singleplátan Never út, og síðani kom ein onnur, Somebody Touched Me. Hóast góð ummæli, so eydnaðist tað ikki hesum plátum at selja nakað serligt í Onglandi.
Áðrenn tann næsta singleplátan kom, hevði Shakin' Stevens ein leikut í West End sangleikinum, sum gekk í 19 mánaðir fyri fullum húsum og vann fleiri virðislønir.
Eftir at singleplátan Justine var komin út í 1978, kom Shakin' Stevens við sínari fyrstu lp-plátu, sum verða uppkallað eftir sangaranum sjálvum.
Hendan lp-plátan var tikin upp live-on-tape. Øll sangirnir vóru spældir inn eftir einum degi í Island Studio, meðan Bob Marley arbeiddi í einum studio beint við síðuna av.
? Tað var sum ein stór veitsla. Upptøkurhølini vóru full av fólki, og tað var ovmikið at eta og drekka allatíðina, sigur Shakin' Stevens.
Gjøgnumbrot so tað stóð eftir
Eftir at Track Records fór á heysin í 1978, lá CBS beinanvegin fram við og gjørdi sáttmála við hann til útgávufelagið Epic. Tríggjar singleplátur vórðu givnir út, men gjøgnumbrotið kom ikki. Tað var ikki fyrr enn í 80'unum, at Shakin' Stevens av álvara fór at gera um seg.
Hóast rákið var punktónleikur, New Wave, Electrnoic og sonevnt New Romanics, so hevði tónleikurin hjá Shakin' Stevens nóg mikið í sær til at fáa fólk at lurta.
Fyrsta plátan, sum Shakin' Stevens gav út hjá Epic, kallaðist Take One og kom út í 1980, og singleplátan Hot Dog gjørdist fyrst stórseljandi plátan hjá Shakin' Stevens. Seks mánaðir seinni kom Shakin' Stevens inn á Topp 20 listan við sanginum Marie Marie, og hesin sangurin sett ferð á yrkisleiðina í øðrum europeiskum londum.
Men tað stóra gjøgnumbrotið hjá Shakin' Stevens kom, tá ið hann gjørdi eina nýggja innspæling av sanginum This Ole House, sum reyk upp á tónatindin í Onglandi og gjørdist eitt risastórt hitt kring heimin. Sangurin varð innspældur av bólkinum NRBQ úr USA, áðrenn Shakin' Stevens tulkaði hann.
? Eg lurtaði eftir nøkrum gomlum plátum, tá ið eg hoyrdi sangin fyrstu ferð, og eg hugsaði beinanvegin, at hatta var nakað, greiðir Shakin' Stevens frá.
Fólk tóku sangin til sín, og fjepparaskarðin hjá Shakin' Stevens vaks støðugt. Í 1981 var rættilig ferð á tónleikayrkinum hjá walisiska sangaranum, tí hann hevði tveir sangir ovast á bretska hitlistanum, ein nummar 2 og ein á topp 10. Millum hesar vóru You Drive Me Crazy og balladan It's Raining.
Átti best umtóktu single-pláturnar í 80'unum
Shakin' Stevens var alt annað enn nøkur døgnfluga, og hann fekk fleiri hitt næstu árini. Í 1981 endaði fyrsti sangurin, sum hann sjálvur hevði skrivað, ovast á bretska hitlistanum. Tað var sangurin Oh, Julie. Plátan Shaky var í 28 vikur á sølulistanum í Bretlandi, og Shakin' Stevens gjørdist næstu árini maðurin við teimum størstu hittunum í bretskum tónleiki.
Í 1985 hendu broytingar á plátufelagnum Epic, men jólasangurin Merry Christmas Everyone kom út hetta árið, og sangurin, sum gjørdist nummar 1 á bretska hitlistanum, er tann dag í dag millum teir heilt nógv spældu jólasangirnar.
Hóast næstu árini ikki vóru so gylt, sum tey fyrst áttatiárini vóru, so var Shakin' Stevens nakað heilt serligt í 80'unum.
Sambært Guiness Metbókini var hann tann best umtókti bretski tónleikarin, tá ið tað ráddi um single-plátur í 80'unum.
? Saman við The Beatles (60'ini) og Elton John (70'ini) eigur Shakin' Stevens tann heiður, at hava staðið seg best á single-hitlistunum í Bretlandi í einum ártíggjundi, stendur at lesa í Metbókkni hjá Guiness.
Tíðirnar broytast
Í 1990'unum vóru umstøðurnar hjá Shakin' Stevens nógv broyttar. Fólkini, sum høvdu givið tónleikin hjá honum út, vóru ikki longur í starvi hjá Epic, og seinasta útgávan hjá Shakin' Stevens á hesum plátufelagnum var í 1992.
Gjøgnum 80'ini og 90'ini hevði Shakin' Stevens 38 hitt-singlur úti. Hann hevði fýra sangir ovast á bretska hitlistanum, 12 millum topp 5 og samanlagt 32 sangir á Topp 40 listanum. Samanlagt er hann nummar 16 á listanum yvir teir mest seljandi bólkarnar í bretskum tónleiki.
Shakin' Stevens var eisini eitt stórt hitt í nógvum øðrum europeiskum londum, og tón-leikurin hjá honum hevði eisini rættiligan vind í seglunum í Føroyum, her nógvir av sangunum hjá honum vórðu tráðspældir.
Miðskeiðis í 90'unum gavst Shakin' Stevens við at spæla tónleik inn, og hann tók sær eisini frí frá tónleikavinnuni í eina tíð. Men hann var skjótt aftur á pallinum. Í 1999 var hann á eini sera væleydnaðari konsertferð í Onglandi og spældi eisini onkra aðrastaðni í Europa. Í oktober mánaði hetta ár var hann høvuðsnavn á eini risakonsert í heimbýnum Cardiff, har 100.000 fólk vóru til stórslignu konsertina, sum eisini varð send á BBC.
Eisini eitt hitt á palli
Síðani hevur Shakin' Stevens verið nógv úti og spælt, og umframt viðvindin í Bretlandi hevur hann eisini verið sera væl umtóktur í Danmark seinnu árini. Ein nýggj savnsfløga frá honum endaði sum nummar 1 í Danmark, og framførslurnar hjá Shakin' Stevens á festivalum í Danmark í fjør vóru tiltiknar. Aftur í ár er hann biðin a koma at spæla til fleiri tiltøk í Danmark.
Fyri fyrstu nakrantíð sleppa føroyingar at hoyra tann framúr hittsangaran á føroyskum palli, tá ið Shakin' Stevens verður eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum í Klaksvík í august mánaði.
Shakin' Stevens fer leygarkvøldið 6. august at spæla saman við bólki sínum á Vágsbøi, og tá fara allir teir kendu sangirnir at runga ? Oh Julie, Green Door, You Drive Me Crazy, This Ole House og aðrir.