Shareware fyri pilfingrar

Tvey shareware forrit gera tað lætt at broyta fleiri av standard stillingunum hjá Windows

Tað eru næstan eingi mark fyri, hvat stillast kann inn í Windows 95. Til ber at velja, at ein ávís disklastøð ella bókasavn ikki skal síggjast í Stifinnaranum. Til ber at fáa pop-up vindeyguni í Start-knøttinum at skifta beinanvegin, rætningsvísarin kemur á eina linju. Til ber at broyta nógv, men trupulleikin er at finna fram til, hvar hetta skal gerast.

Vit hava funnið tvey shareware forrit, sum hava savnað fleiri av teimum konfiguratións-møguleikunum, ið eru meiri ella minni fjaldir í Windows 95. Annað eitur WinSettings, hitt WinHacker, og bæði kunnu downloadast frá www.shareware.com.


Fyri eyguni

WinSettings verður fyrst og fremst nýtt til útsjóndsbroytingar á skíggjanum. Tað kann broyta bakgrundsmyndina og tær myndir, ið vístar verða, tá teldan verður tendrað ella sløkt.

Eisini býðst ein nýggjur háttur at aktivera skíggjaverjurnar, so ein til dømis kann tendra tær við at flyta rætningsvísaran upp í eitt horn.

WinSettings kann enntá spæla sjálvvaldan bakgrundstónleik.


Skil á fílunum

Umframt møguleikarnar at broyta yvirflatuna hevur tað m.a. eisini eina skíggjamynd, har til ber at seta nøkur bókasøvn upp til at kanna plássnýtsluna á ávísum sløgum av fílum. Á tann hátt ber til dømis til at hava eyguni við plásskrevjandi grafikkfílum ella mongu TEMP fílunum, sum skjótt krevja sína stóra lut av bytes.


Sjónligt og lætt

So er tað WinHacker. Forritið kann ein mun meiri enn WinSettings og hevur samstundis eina nógv lættari brúkaraflatu. Tað er uppbygt sum Stifinnarin í Windows 95 við faldarum við hvør sínum evni. Til hvørt evni ? tvs. til hvønn møguleika at broyta eina uppseting í skipanini ? er ein Wizard, sum hjálpir til. Tað er sjónligt og lætt.

Tað kann nýtast at rætta vanligu stillingarnar, sum til dømis hvussu kenslulig músin skal vera, um ein CD skal byrja at spæla beinanvegin hon verður løgd í støðina ella ikki, ella um smáu smogustøðini á ikonum og faldarum heilt skulu takast burtur.

Ella forritið kann nýtast at broyta ferðina, sum Startmenuin kemur fram við ella til at fáa eina støð burtur frá grafisku yvirflatuni. Støðin er sjálvandi ikki burtur, hon hevur bert fingið at vita, ikki at vísa seg í Stifinnaranum. Til ber at nýta hana, um heitið á henni verður skrivað beinleiðis inn.

Og fyri tey minst afturhaldnu gevur WinHacker eisini møguleika fyri at skriva tey sonevndu Plug-Ins, sum kunnu gera ymiskt í forritinum.


Ókeypis

Forritini kunnu roynast ókeypis í 30 og 20 dagar og fáast á adressuni www.shareware.com ella frá ávikavísu heimasíðunum, sum eru www.pgcc.com/win (WinSettings) og www.wedgesoftware.com (WinHackers).