Maureen (Robin Wright Penn) rópar spurningin út í barrrina. Hann kundi eins væl verið har, sum onkra aðrastaðni. Eddie (Sean Penn) hevur verið burtur í tríggjar dagar uttan frágreiðing - aftur! Síðani Maureen gjørdist við barn, er tað hent rættuliga ofta. Villu býtúrarnir hjá Eddie eru harðir fyri Maureen, men tá tey aftur eru saman, er alt í lagi aftur. Forholdið hjá teimum er vilt og ógvusligt, men tey vilja gera alt fyri hvønn annan og Eddi verjir Maureen við lívi sínum. Maureen verður lokkað við upp á drukk av tí ótilrokniliga grannanum Kiefer (James Gandolfini) - í veruleikanum mest fyri at fáa Whisky. Tey hava tað stuttligt saman - men so ger Kifer okkurt, hann ikki má, og so fara tey til hendurs. Maureen stríðist við at krógva bláa eygað - annars verður Eddie ikki blíður?