Av fleiri óvæntaðum úrslitum var tað Sheffield United, ið vann á útivølli móti Aston Villa, sum skapti sensatiónina.
Triðja umfar av ensku FA-cup kappingini skapar altíð óvæntað úrslit, og ofta sensatiónir. Eins og í dag, tá Sheffield United vann á útivølli móti Aston Villa.
Fleiri onnur óvæntað úrslit vóru eisini í dag. Eitt nú megnaði Blackburn Rovers at spæla javnt á heimavølli móti Manchester City, Cardiff, við Ole Gunnar Solskjær við róðrið fyri fyrstu ferð, vann á útivølli móti Newcastle, og Rochdale, sum vann á heimavølli móti fyrrverandi stórliðnum, Leeds.
Eisini var tað óvæntað, at Wigan bert fekk javnleik á heimavølli móti MK Dons, og at Yeovil vann sannførandi 4-0 á heimavølli móti Leyton Orient.
Úrslitini vóru annars hesi:
Blackburn Rovers-Manchester City 1-1
Aston Villa-Sheffield United 1-2
Barnsley-Coventry City 1-2
Bolton Wanderers-Blackpool 2-1
Brighton & Hove Albions-Reading 1-0
Bristol City-Watford 1-1
Doncaster Rovers-Stevenage 2-3
Everton-Queens Park Rangers 4-0
Grimsby Town-Huddersfield Town 2-3
Ipswich Town-Preston North End 1-1
Kidderminster Harriers- Peterborborugh United 0-0
Macclesfield Town-Sheffield Wednesday 1-1
Middlesbrough-Hull City 0-2
Newcastle United-Cardiff City 1-2
Norwich City-Fulham 1-1
Rochdale-Leeds United 2-0
Southampton-Burnley 4-3
Southend United-Millwall 3-1
Stoke City-Leicester City 2-1
West Bromwich Albions-Crystal Palace 0-2
Wigan Athletic-Milton Keynes Dons 3-3
Yeovil GTown-Leyton Orient 4-0