Shelby Cobra seldur fyri 32 milliónir

Einasta eintak av einum sergjørdum Shelby Cobra frá 1966 er seldur á eini uppboðssølu í Arizona fyri 5,5 milliónir dollarar, svarandi til umleið 32 milliónir krónur

Sølan av hesum Shelby Cobra er met fyri amerikanskt bygdar bilar, ið nakrantíð eru seldir á uppboðssølu.


Talan er um ein Shelby Cobra Super Snake frá 1966, framleiddur til egna nýtslu av tí navnframa og nú 84-ára gamla Carroll Shelby, ið eisini hevur staðið fyri nógvum ymiskum útgávum av Ford sportbilum gjøgnum tíðirnar.


Hesin Shelby Cobra Super Snake hevur 800 hestar og kláraði longu fyri 40 árum síðan at koyra frá 0-100 km/t upp á 3 sekund, greiddi Carrol Shelby frá undir uppboðsssøluni í Scottsdale í Arizona.


Upprunaliga vóru tað tveir Shelby Super Snake. Hin varð gjørdur til amerikanska sjónleikaran Bill Cosby, men hesin gjørdist seinni vrak, nakað eftir at Bill Cosby hevði selt bilin.


Keyparin av hesum Shelby Cobra var amerikanski entreprenørurin og bilsavnarin Ron Pratt.




1.

Hesin Shelby Cobra Super Snake frá 1966 við 800 hk er seldur á eini uppboðssølu í Arizona fyri umleið 32 milliónir krónur