Royal Dutch/Shell Group er tann størsta fyritøkan í Evropa og samstundis tann fjórðstørsta í heiminum.
Tað sæst í einum yvirliti hjá amerikanska tíðarritinum Fortune. Har sæst eisini, at næststørsta fyritøkan í Evropa er bretska BP, og á triðja plássi er DaimlerChrysler. Almenna norska oljufelagið Statoil er eisini á listanum og er á 49. plássi í Evropa og á 122. plássi í heiminum. Statoil er tann einasta norðurlendska fyritøkan á evropeiska topplistanum.
Fyritøkurnar eru mettar eftir umsetninginum, og heimsins størsta fyritøka er tann amerikanska Wal-Mart. Men yvirlitið hjá Fortune vísir eisini, at tær stóru fyritøkurnar høvdu næstan 1,3 millión færri fólk í arbeiði í fjør enn í 2001, og at heimsumsetningurin minkaði 281 milliardir dollarar í fjør.