Á Føroya Shell eru tey alt annað enn samd við frágreiðingina hjá Kappingarráðnum um oljumarknaðin í Føroyum.
Stjórin á Føroya Shell, Hákun Djurhuus finst hvassliga at fleiri niðurstøðum í frágreiðingini. Hann heldur, at frágreiðingin byggir á skeivar samanberingar og Kappingarráðið hevur ikki tikið neyðugu fyrivarnini fyri føroyskum viðurskiftum.
Terji Sigurðsson, sum er ráðgevi á Kappingarráðnum, vísir atfinningunum aftur.
Serliga marknaðartreytir
Stjórin á Føroya Shell, Hákun Djurhuus, vísir, í skrivi til Kappingarráðið, á, at føroyski oljumarknaðurin hevur bert tveir veitarar, og tað setir sín dám á kappingina millum Føroya Shell og Statoil Føroyar .
Í skrivinum til Kappingarráðnum stendur, at vørurnar bensin, diesel og fýringsolja eru sonevndar einaháttaðar vørur. Tað merkir, at góðskan á vørunum er tann sama, antin brúkarin keypir vøruna frá Føroya Shell ella Statoil Føroyar.
-Tá talan er um ein marknað við tveimum veitarum, har einsháttaðar vørur verða seldar, ber tað sjálvandi við sær, at prísirnir á vørunum eru teir somu á marknaðinum. Hetta sæst eisini innan onnur øki sum t.d. flogferðlsu og bankarentur, stendur millum annað í skrivinum.
Á Føroya Shell eru tey tí grundleggjandi ósamd við metingina hjá Kappingarráðnum um, at oljufeløgini avmarka kappingina við at samskipa framferðina, tí serligu føroysku marknaðartreytirnar gera, at prísirnir eru teir somu-og ikki ein samskipað framferð millum Føroya Shell og Statoil Føroyar.
Skeivar samanberingar
Føroya Shell fýlist eisini á talgrundarlagið í frágreiðingini hjá Kappingarráðnum. Í frágreiðingin verða prísirnir á bensin og diesel samanbornir við ymisk lond, sum eru skrásett hjá einum felagið, ið kallar seg Oil Bulletin.
Á Føroya Shell verður mett, at prísirnir hjá Oil Bulletin geva eitt skeivt grundarlag.
Hákun Djurhuus er sannførdur um, at høvdu prísirnir hjá International Energy Agency(IEA) verið nýttir sum samanberingargrundarlag, høvdu samanberingarnar verið meira álítandi.
-Hevði Kappingarráðið nýtt IEA prísir, hevði úrslitið í frágreiðingini verið munandi øðrvísi. Svensku, norsku og donsku prísirnir høvdu verið hægri og munurin á prísunum í hesum londum og prísunum í Føroyum hevði harvið verið minni, verður sagt í skrivinum til Kappingarráðið.
Føroya Shell heldur eisini, at spurningur kann setast við um lítli føroyski oljumarknaðurin við sínum sereyðkenni sum ein fjarskotin oyggjabólkur kann sammetast við størru marknaðirnar í eitt nú Svøríki, Noregi og Danmark.
Vísir atfinningum aftur
Terje Sigurðsson er ráðgevari í Kappingarráðnum, og hann vísir atfinningunum hjá Føroya Shell aftur.
-Eg er samdur við Føroya Shell, at tað eru nøkur atlit sum mugu takast, tá vit velja at nýta dátutilfar hjá Oil Bulletin. Sjálvsagt hava vit tikið tey neyðugu atlitini í samband við dátutilfari, tí sjálvandi er tað okkara fremsta mál at hava so álítandi tøl sum gjørligt, greiðir Terje Sigurðsson frá.
Hann leggur afturat, at Kappingarráðið hevur nýtt fleiri ymiskar stovnar til at savna neyðuga dátutilfarið, so frágreiðingin varð so álítandi sum gjørligt.
Terje Sigurðsson er ikki samdur í uppáhaldinum hjá Føroya Shell um, at tað einans eru serligu marknaðartreytirnar í Føroyum sum gera, at prísirnir eru teir somu hjá bæði Shell og Statoil
-Eg veit fullvæl, at á einum lítlum marknaði sum tí føroyska, har tveir veitarar selju somu vøru við somu góðsku, enda við at bjóða kundunum sama prís. Trupulleikin við í hesum føri er, at prísurinstøðið er ov høgt í Føroyum sammett við okkara grannalond, og tí tala vit at, sigur Terje Sigurðsson at enda.
Niðurstøðan í frágreiðingini hjá Kappingarráðnum er eisini greið. Føroya Shell og Statoil Føroya hava havt ov høgar prísir seinastu árini. Bæði oljufeløgini hava tikið niðurstøðuna til eftirtektar, og mánadagin vórðu prísirnar á bensin og diesel lækkaðir.