Uni Arge
------------
Fiskivinnan er týdningarmesta útflutningsvinnan í Føroyum. Men kann sjóvinnan gerast ein so týðandi vinna, at hon verður eitt munandi íkast í samfelagsbúskapin? Tað kann hon, halda Føroya Banki, Reiðarafelagið Fyri Farmaskip og Sjóvinnudepilin, sum saman skipa fyri Shipping Føroyar 2008 fríggjadagin 7. mars.
Í Danmark og Noregi er sjóvinnan ein týðandi táttur í samfelagsbúskapinum. Gjaldoyrainntjeningin í donsku sjóvinnuni er árliga um 180 milliardir krónur. Tá Føroyar og Danmark verða samanborin, verður ofta sagt, at Danmark er hundrað ferðir størri enn Føroyar. Eftir hesum átti inntjeningin í føroyskari sjóvinnu at verið 1,8 mia. kr. árliga. Men tað er hon ikki. Hon er bara 3-400 mió. kr.
Kortini er greitt, at føroyingar hava ovurstórar førleikar á økinum. Millum 800 og 1.000 føroyskir yvirmenn sigla við útlendskum reiðaríum, serliga donskum, norskum og skotskum reiðaríum, og spurningurin er, um hendan væl skikkaða arbeiðsmegin einans skal kunna sigla við donskum og norskum skipum í alla framtíð.
– Vit halda, at føroyska samfelagið kann fáa munandi meira burtur úr sjóvinnuni enn nú. Fingust nakrir av føroysku yvirmonnunum at arbeiða í føroyskari sjóvinnu, og fingu vit gjørt FAS-skipanina betri, kundi verulig ferð fingist á inntjeningina í sjóvinnuni, siga Ragnar S. Olsen, vinnulívsráðgevi í Føroya Banka, og Sjúrður Guðjónsson frá Sjóvinnudeplinum.
Forum tryggjar framhald
Fyri at varpa ljós á møguleikarnar í sjóvinnuni hava Føroya Banki, Reiðarafelagið Fyri Farmaskip og Sjóvinnudepilin tikið stig til at skipa fyri fyrstu shippingráðstevnuni í Føroyum nakrantíð. Millum teirra, sum fara at halda fyrilestrar á stevnuni, verða umboð fyri reiðaríini Mærsk, Torm, Møkster, Danmarks Rederiforening, Sjóvinnudepilin og Føroya Banka.
Vøksturin í shippingvinnuni kann skapast upp á fleiri mátar, halda fyrireikararnir. Føroyskar fyritøkur kunnu úr Føroyum veita úlendskum reiðaríum tænastur, eins og summar fyritøkur longu gera. FAS-skipanin skal fáast at virka so væl, at fleiri vilja vera í henni. Og íleggjarar skulu upplýsast um møguleikarnar at keypa skip ella reiðarí.
– Í dag arbeiða føroyingar ikki einans umborð á útlendskum skipum. Teir eru eisini í starvi á úlendskum reiðarískrivstovum, har teir hava um hendi ymsar management-uppgávur, eitt nú hvat manningum, tøkni og trygd viðvíkur. Hesar tænastur kunnu eins væl verða veittar úr Føroyum, siga Ragnar S. Olsen og Sjúrður Guðsjónsson.
Ætlanin er at fáa so nógvar føroyskar útisiglarar við á ráðstevnuna sum gjørligt. Føroyskir yvirmenn hava sera stóra vitan um sjóvinnuna. Teir eru tí eins og politikarar, bankar, tryggingarfeløg, ráðgevarar, framtaksgrunnar, fyritøkur í sjóvinnuni og møguligir íverksetarar upplagdir luttakarar á stevnuni.
Fyrireikararnir ætla eisini at arbeiða fyri, at hugskotini og málsetningarnir, sum koma fram á stevnuni, verða framd í verki:
– Skipað verður ofta fyri ráðstevnum, har mangt áhugavert kemur fram, og so hendir ikki meira. Tað skal ikki henda hesaferð, og tí fara vit eftir stevnuna at halda fram við arbeiðinum í einum maritimum forum, sum verður skipað í sambandi við stevnuni. Í hesum forum verða umboð fyri viðkomandi stovnar og feløg, siga Ragnar S. Olsen og Sjúrður Guðjónsson.
---------
Hvat er shipping
Vanliga verður shippingvinnan søgd at vera tað sama sum farmasigling. Farmasigling er ein høvuðstáttur í shippingvinnuni, men shipping umfatar eisini virksemi í sambandi frálandavinnu, oljuflutning, sigling við útlendskum reiðaríum, tænastur á landi fyri reiðarí og skrásetingar í FAS.
Shipping er í stuttum alt virksemið kring tað at flyta nakað frá einum stað til annað sjóvegis. Ein uppaftur breiðari lýsing av hugtakinum umfatar eisini oljufeløg og heilsølur.