Shipping, spøl og sigarir í partafelagsskránni

Fýra nýggj feløg eru skrásett í partafelagsskránni í seinastu viku. Talan er um trý smápartafeløg og eitt íverksetarafelag, vísir yvirlitið hjá Business-Line.

 

Smápartafeløgini eru Ferðir.fo, Hildarting og Arctic Explorer, meðan íverksetarafelagið er Ryggstein.

 

Ferðir.fo fer at reka handilsvinnu í Føroyum. Stjóri í felagnum er Ebbe Kristin Thomsen.

 

Hildarting er eitt smápartafelag, sum varðar av spælinum við sama navni. Tóki Ellefsen og Bartal Hofgaard Hestoy eru stjórar saman. Felagið skal reka virksemi við framleiðslu av vørum og tænastum, talgilt virksemi og handilsvirksemi.

 

Arctic Explorer er eitt dóttirfelag hjá trimum norskum feløgum, úr Tomasfjord og Tromsø. Hetta felagið fer at eiga og reka skip, shipping og annað í hesum sambandi.

 

Ryggstein fer eisini at reka handilsvinnu í Føroyum. Líkt er til, at talan verður um at selja sigarir, tí hjánøvnini hjá felagnum eru ÍVF Sigar, Sigarin og Sigarar. Stjóri í felagnum er Bergur Jacobsson Ryggstein.

 

Nýggjastu broytingarnar í partafelagsskránni síggjast her.