Shitboys spæla í Kanada

Føroyski punkbólkurin er á ferð í Norðuramerika

Joe & The Shitboys framføra í hesum døgum fyri fyrstu ferð uttan fyri Europa.

 

Bólkurin hevur áður spælt ymsa staðni í Europa, men nú er leiðin løgd til Kanada.

 

Shitboys spældu í Saskatoon hóskvøldið, í gjárkvøldið spældu teir í Edmonton, í kvøld vera teir í Calgary, og næstu dagarnar hava teir framførslur í Winnipeg, Montreal og Toronto.

 

Konsertferðin í Kanada endar mikukvøldið.