Showdown: Hesar luttaka í ”Miss Faroe Islands”

Níggju kvinnur verða við í Miss Faroe Islands kappingini, har vinnarin sleppur til Miss Universe

Hetta verður fyrsta kappingin av sínum slag í Føroyum. Tað hava verið onkrar líknandi kappingar fyrr, men ongar undir so skipaðum umstøðum. Vinnarin sleppur víðari til einki minni enn heimsmeistarkappingina, Miss Universe, næsta ár. Hervið kemur hon at umboða Føroyar í eini altjóða kapping.

 

Les eisin: Hesar luttaka í Bikini fitness

 

- Her hava aftur verið aðrar kappingar, men ongantíð við tí altjóða atliti, sum vit hava í hesum førinum Talan verður um altjóða reglur og altjóða dómarar. Hartil sleppur Miss Føroyar at luttaka í Miss Universe, sigur Jákup Súni Berg.

 

Les eisini: Føroya sterkasta kvinna

 

Turið Elinborgardóttir verður ráðgevi og fyriskipari, saman við Burn Showdown. Hon hevur royndir innan hesa grein og hevur sjálv kappast uttanlands, bleiv nr. 2 í Miss Universe Danmark og vann sær atgongd til størri kappingar úti í heimi.

 

Umframt Miss Føroyar, so verða Bikini-fitness, Womans figure, Men’s physique eisini verða á Showdown tiltakinum. Hesar kapingarnar hava verið javnan seinnu árini.

 

Miss Faroe Islands:

Anitha Mortensen

Benita Winther Jensen

Hananja Dánjalsdóttir Adjin-Tettey

Sissal Gaard Magnussen

Birgit Johannessen

Sólja johannessen

Leyvoy í Gerðinum

Monika Nolsøe

Maria Andreasdóttir

 

Her er skráin til tiltakið:

Fríggjadagin 17. novembur:

17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna

18.15 – 20.15 Strongman

20.30 – 23.00 Boksing

 

Leygardagin 18. novembur:

12.00 – 13.00 Kettlebell

13.00 – 15.00 Weightlifting

14.00 – 16.00 Powerlifting

15.00 – 17.00 Crossfit

17.00 – 19.00 Steðgur

19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands

22.15 – 22.45 Steypahandan

23.00 - Medina