Ási Mikkelsen eina hædd niður á sigurspallinum

Gotland 99: Fyri tveimum árum síðani vann Ási Mikkelsen gullmerki í longdarlopi. Hesa ferð bleiv tað til silvur

Emil L. Jacobsen og

Álvur Haraldsen

av Gotlandi


Rhodos er við á oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð. Henda grikska oyggin hevur serliga gjørt vart við seg í frælsum ítrótti, og mánadagin var tað eisini ein av Rhodos, ið kom ímillum Ása Mikkelsen og gullmerkið, hann vann á Jersey fyri tveimum árum síðani.

Nektarios Giallourakis leyp 7,20 metrar í sínum fyrsta lopi. Metið hjá Ása er 7,10 metrar, so tað var beinanvegin greitt, at tað fór at verða meira enn torført hjá Ása, sum í síni fyrstu roynd »bert« leyp 6,25 metrar. Maðurin av Rhodos vann við einum lopi, sum var 7,27 metrar, meðan besta lopið hjá Ása var tað fimta og næstseinasta, sum var 6,96 metrar. Raðfylgjan hjá Ása var annars henda: 6,25 m, 6,90 m, 6,85 m, 6,93 m, 6,96 m, og 6,43 metrar.

Bronsuna vann Villu Sepp av Saaremaa, sum leyp 6,73 metrar. So silvurið hjá føroyska manninum var rættiliga trygt, hóast fyrsta lopið hjá honum var niðan fyri øll tey hjá bronsuvinnaranum.