Hann kom á ting í 1932 og hann bleiv ein tann fremsti politikari í Føroyum, eisini sum løgmaður og landsstýrismaður.
Siðsøgan hevur havt eina røð við endurminningum hjá Kristiani. Í partinum hetta vikuskifti greiðir hann frá, tá ið hann varð valdur inn á ting. Eisini greiðir hann frá syndaligum vanlukkum í Suðuroy.
Um varlstríðið í 1932 skrivar Óli Jacobsen í Siðsøguni í Sosialinum hetta vikuskifti millum annað soleiðis:
»Í valstríðnum legði Petur M. Dam stóran dent á sosialismu og at fáa pening til sosialar batar.
Eisini varð lagt eftir Herluf Thomsen fyri at hava ábyrgdina av, at eg varð stillaður upp, hann sum skuldi vera tann stóri aftur haldsmaðurin í kommununi.
Dam var ógvuliga vónbrotin av úrslitinum. Hann hevði væntað sær eitt nógv betri úrslit í Suðuroy.
Umframt Ísvirkið hevði Danbjørg, sum var nr. 2 á listanum, ein leiklut í hesum úrsliti. Okkurt split hevur verið í flokkinum, tí N. P. Strøm hevði stillað ein serligan lista, sum tó var í valsamgongu við Javnaðarflokkiin. Danbjørg var vónbrotin um, at kammeratarnir í Vági høvdu gjørt henda listan og harvið høvdu minkað um hansara møguleikar at verða valdur.
Tískil fór Danbjørg at halda serligar valfundir, meðan Dam var norðanfyri í ørindum. Hann var eisini á Tvøroyri. Men hesir fundir gjørdu ilt verri. Hann kundi ofta vera veruleikafjarur, men ongantíð so ringt, sum hesa ferð. Hann tosaðu mest um útlendskar kapitalistar. Men hetta var ikki tað, sum veljararnir høvdu áhuga fyri.
Men Danbjørg fekk altíð nógvar atkvøður í Porkeri, sum framvegis er ein upp á seg størsta javnaðarbygdin í landinum. Danbjørg kom so á ting á næsta valinum í 1936, og hann sat á tingi stórt sæð restina av lívinum.«
Sosialurin kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo