Norska Dagblaðið hevur í dag hesa mynd av einari siamesiskari kettu um vit so kunnu rópa hana.
Sambært blaðnum kallast kettan Frank og Louie og hevur soleiðis tvey nøvn. Sagt verður, at hetta er ein sokallað Janus-ketta, uppkallað eftir rómverska gudinum, Janusi.
Tað er Frank, sum er vinstri helmingur av høvdinum - og Louie sum er høgri.
Myndin er tikin í Worcester í Massachusetts í USA.