SIC prógvaði aftur í kvøld, at teir eru autentiskir. Ein sera sannførandi framførsla. SIC eru eins og Hate Speach var á sinni. Teir eru ektaðir og tí er tað so gott, at onnur enn fjepparar av hørðum tónleiki duga at síggja virðini í grótharða tónlekinum.
Stuttligt at síggja foreldur, ið hildu seg afturi í teltinum, tí nýkonu tannáringar teirra hava áhuga í hesum tónleikinum. Og stuttligt at síggja ljóðmenninar, ið heilt klárt nutu hørðu og øru framførsluna hjá SIC.
Flagstjaldið er kanska ikki rætti karmurin um harða tónlekin, men SIC gjørdu sítt; SICkurt og gott, mest tí tað er ærligt.