SIC, In Flames, Opeth...

Leygardagin 28.juni kl: 16:00 fara SIC á pallin á svenska metalfestivalinum ?Metaltown?.

Tekstur, mynd & myndaviðgerð: Eyðun Müller Thomsen

 

Metaltown liggur í Gøteborg og er ein tann mest vælumtókti metalfestivalurin í Svøríki, og í ár eru SIC á programminum. Bæði áðrenn og aftaná er tó nokk at síggja til. aftrat SIC eru m.a. heimskendir bólkar s.s. Opeth, Nighthwish, Cavalera Conspiracy, Soilwork, Bullet For My Valentine, Dimmu Borgir og eisini høðusnavnið. nemliga fløguaktuellu In Flames.

 

Saman við grikska manageranum hjá SIC, Orpheus fara teir í vikuni til Finlands at spæla eina konsert/show-case undir heitinum ?Under The Northern Star?. Og síðani gongur leiðin til Svøríkis, leygardagin 28.juni.

 

Sí meir um festivalin og SIC á leinkjunum niðanfyri.

 

www.myspace.com/sic

 

www.metaltown.se