SIC kvaldist í ljóðgreyti

Sjáldan fyrr hevur ein konsert verið so nógv tarnað av ljóðtrupulleikum, sum konsertin hjá SIC í nátt SIC-dreingirnir løgdu harðliga út sum altíð. Orkan streymaði út úr hátalarunum frá fyrsta sekundi, og tað gjørdi hon í ein hálvan tíma. Teir rokkaðu.

 

Men tey flestu fara nokk ikki at minnast framførsluna fyri nakað annað enn ræðuliga ljóðið, ið var ígjøgnum alla framførsluna. Ígjøgnum alla framførsluna yvirstýrdi røddin hjá Mikkjali. Torført var at hoyra, hvat hann segði og sang. Sum heild lupu ljóðføri og sangur saman í ein greyt. Mitt í framførsluni hvarv alt ljóðið út eftir og var vekk í ein heilan minutt.

 

Tað eru sikkurt fleiri, ið hugsa, at ummælarar ikki gera annað enn at grenja um ljóð, og at tað skal nevnast í hvørjum ummæli. Men hesu ferð darvaði tað framførsluni so mikið, at tað hevði verið heilt burturvið ikki at nevnt tað.