Tónleikur
Asfalt verður í ár í døgunum 8-9 juni í Tórsgøtu. Í dag verður fyrsta navnið á skránni kunngjørt, talan er um Side Effect.
Side Effect var stovnaður sum ein eitt mansbólkur í 1999 av Brynjolfi á Heygum.
Seinni hevur Brynjolfur fingið fleiri menn afturat sær, og telur bólkurin í dag tríggjar aðrar limir: Rúna Christiansen á gittar, Ludvík Breckman á rødd og Svein Gaard Olsen á trummum.
Á Asfalt í fjør satsaði tónleikatiltakið í Tórsgøtu uppá Side Effect. Bólkurin, ið áðrenn hetta best var kendur av smáum pallum, sum tí í Margarin Fabrikkini í Havn, slapp á stóra Asfalt pallin í bestu spælitíð. Sigast kann, at bólkurin livdi upp til stóru ábyrgdina, og Side Effect gjørdist ein av bestu upplivingunum á Asfalt 2006. Ein orkufull framførsla, ið flutti bólkin upp í tónleikaligu Formula deildina. Eftir hetta stóðu framførslur í bestu spælitíð á bæði G! og Ólavsøkukonsertini á skránni. Í ár má Side Effect metast sum eitt sterkt høvuðsnavn á Asfalt.
Side Effect spældi í 2006 útgávukonsert á Asfalt, og debutfløgan ber boð um ein brakandi, tiltrongdan og nýskapandi føroyskan tónleikabólk.
Bólkurin hevur líka síðan byrjanina flutt seg nógv tónleikaliga, men hevur tó altíð hildið seg til elektroniska tónleikapallin, har hørð beats og orka seta dagsskránna.
Side Effect er í løtuni í holt við komandi fløguna, ið eftir ætlan kemur út seint í heyst.
Í meðan vit bíða ber til at hoyra tónleik teirra á Myspace.com/fosideeffect.