Side Effect - ungir og evnaríkir

22. jul 2006, 03:53
Side Effect vísti í kvøld á G!, at bólkurin er ein av teimum mest spennadni í Føroyum, um enn framførslan kundi verið betri

 

Eftir at 200 hevði verið á pallinum á sandinum í Syðrugøtu, átti Side Effect tørn. Tú varnaðist beinanvegin ta serligu ljóðmyndina og teir freku tónarnar, sum Side Effect megnar at ganda úr ljómborðinum.
Side Effect er nevniliga  sum teir sjálvir undirstrikaðu  ein elektroniskur bólkur um ein háls. Løgini vóru góð og væl spæld, og teir nógvu áhoyraraarmarnir, sum peikaðu beint upp í loft í ta ljósu summarlýkkuna, vóru eitt greitt prógv um, at Side Effect undirhelt og rokkaði. Eisini var tað stuttligt at síggja myndirnar av bæði Bush og Lenin aftur við tónleikinum.
Hinvegin kundi tað í støðum tykjast, sum forsangarin hevði trupult at røkka út um pallin, hóast hann einaferð leyp av pallinum og út til áhoyrararnar.
Men fyrst og fremst er vert at leggja til merkis, tá tú hoyrir Side Effect, at í bólkinum eru knasandi dugnaligur tónleikarar, og spennandi verður at frætta, hvat bólkurin hevur at bjóða í framtíðini. Í kvøld vóru teir nevniliga góðir, men tey ovaru luftløgini náddu teir ongantíð.