Sidney Lee býr á 14 fermetrum

Reality-stjørnan Sidney Lee roynir at liva eitt lív í sús og dús á reyðum løparum, forsíðum og endaleysum veitslum. Men sambært BT, sum hevur funnið sær okkurt at skriva um í hesi agurkutíðum, er tað ikki stórvegis marglæti yvir bústaðnum hjá Sidney Lee.

BT avdúkar í dag bæði eitt og annað um Sidney Lee, sum er komin fram umvegis reality-røðir í Danmark. Millum annað skrivar blaðið, at Sidney Lee ikki býr í stórari íbúð á Kongens Nytorv, sum hann hevur ført fram, men heima hjá foreldrum sínum, har hann hevur eitt kamar á 14 fermetrar.

- Eg havi onga viðmerking, segði Sidney Lee, tá ið BT hitti hann á veg heim í gjár.

Sidney Lee hevur sambært blaðnum fleiri ferðir sagt, at hann býr í einari stórari íbúð fyri nógvar milliónir krónur, sum pápi hansara skuldi havt keypt honum, men hetta fær BT ikki at passa, og tað ber ikki til at fáa uppklára, hví Sidney Lee sigur tað.

BT skrivar eisini, at fram til september í fjør búði Sidney Lee í eini íbúð í Vanløse, men hann varð tveittur út úr henni.