Síðstu spurningarnir svaraðir seinnapartin

Klokkan 14 fer bólturin á rull í 27. og síðsta umfari í landskappingini

B36 er FM vinnari, og í dag verður FM fagnaður – bæði í Fuglafirði og í høvuðsstaðnum. FM steypið og gullkrónurnar verða handaðar í Fuglafirði um fýra tíðina, tá ið síðsta bríksl hevur verið millum ÍF og B36.

B36 ferðalagið verður stórt í Fuglafirði. Við gulli og steypi verður farið suður í høvuðsstaðin og á Vaglið, har kommunan fer at taka ímóti FM vinnarunum og ivaleyst nógvum B36 fjepparum.

Seinnapartin eigur HB heimavøll í Gundadali ímóti FC Suðuroy. Bæði liðini hava knívin á barkanum: HB sigur ber rætt til europeiska luttøku og 1,5 milliónir krónur við sær. FC Suðuroy hongur í klønum tráði, men tað er møguleiki fyri at bjarga sessinum í bestu deildini. Soleiðis verður tað, um FC Suðuroy vinnur, og um AB ikki fær stig á heimavølli ímóti NSÍ.

Um tað eydnast AB at vinna fulla úrtøku ímóti NSÍ, so er møguleiki fyri, at argjamenn, sum alt kappingarárið hava verið illa sperdir í botnstríðnum, kunnu lyfta seg upp um bæði TB og ÍF og vinna  sætta plássið!

Um tað endar javnt í Gundadali, so flytur FC Suðuroy niður. Tað er góður møguleiki fyri, at HB vinnur fjórða plássið við javnleiki. Tað er tó treytað av, at KÍ ikki vinnur við seks málum ella fleiri á heimavølli ímóti EB/Streymi.

NSÍ og Víkingur kappast um silvurkrónurnar. Í tí kappingini er NSÍ eitt stig og fýra mál betri enn Víkingur. Bæði liðini skulu spæla á útivølli – NSÍ á Argjum og Víkingur á útivølli ímóti TB, sum hevur møguleika at taka sætta plássið frá ÍF.

27. umfar klokkan 14.00:

TB-Víkingur:  Lars Müller

AB-NSÍ: Páll Augustinussen

HB-FC Suðuroy: Alex Troleis

ÍF-B36: Petur Reinert

KÍ-EB/Streymur: Eiler Rasmussen

Støðan undan 27. umfari

B36 58

NSÍ 51

Víkingur 50

HB 40

KÍ 38

ÍF 27

TB 26

AB 24

FC Suðuroy 22

EB/Streymur 11