Thorbjørn Brochs
Mánadagin 2. oktober í ár hevði Útvarpið, í sambandi við tíðindasendingina, eina samrøðu við ein politist. Evnið var tann ótrygga støðan hjá teimum samkyndu. Sum sendingin var løgd upp, og soleiðis sum samrøðan við polititænastumannin var redigerað inn í sendingina, var boðskapurin greiður:
“Politiið kann væl verja fólkið móti ágangi, uttan so at tey eru samkynd. Skulu samkynd kunna verjast á jøvnum føti við aðrar føroyingar, má ein nýggj lóggava til, sum er serlig fyri samkynd.”
Seinni bar ein annar politistur sama boðskap fram í Sjónvarpinum. Eg havi ilt við at góðtaka, at tað nakrastaðni í lógini stendur, at samkynd ikki kunnu verjast móti ágangi. So má tað vera tí lógin sigur, at eingin kann verjast. Og tað er helst trupulleikin: Føroyiskt lógarsmíð kundi gott havt hægri raðfesting. Tað er ikki nokk, at tað ikki er loyvt at buka fólk, tú mást ikki sleppa at háða nakran, uttan at verða revsaður. Longu meðan eg var óviti, hevði tað í Noregi avleiðingar, um tú háðaði ella hótti annað fólk. Eg kann ikki hugsa mær, at tað er avtikið, sjálvt um tað er afturi í fimtiárunum.
Men fyri at koma til núverandi støðu í Føroyum, so siga bæði lógin og løgfrøðisliga siðvenjan, at øll eru líka fyri lógini. Hví skal so lógin ikki vera líka fyri øll? Um vit gera serlógir fyri ymiskar bólkar, endar tað lætt við, at aðrir bólkar verða funnar at standa uttanfyri, tí teir eru ikki at finna í lógini.
Neyðugt er, at vit fáa eina lóg, sum bannar allan ágang móti fólki. Har má ikki verða tilskilað, hvør er vardur, tí øll skulu vera vard. Eingin serlóg má vera, sum skapar iva um, hvørt onkur er undantikin, tí einki undantak má vera. Tingmaður segði í Útvarpinum, at tey samkyndu mugu fáa innivist í revsilógini. Tað hava tey! Har sum onnur hava innivist, har eru tey eisini við. Trupulleikin er, at eingin í samfelagnum er vardur móti niðurgering (tvs: sum eg veit um). Sum er, fær politiið einki gjørt - verður sagt - uttan so, at fólk fremja kropsligan ágang. Lógin má krevja, at allur ágangur verður revsaður, antin tað eru orð ella kropsmál sum verða nýtt.
Tað føroyska lógarverkið er hálvgjørt. Eg havi fleiri ferðir uppdagað, at forboð eru lýst við lóg, uttan at nakrar avleiðingar eru nevndar. Er nakar bilsin av, at ein átta ára gomul lóg um endurgjald til sjúklingar ikki kann brúkast til nakað?
Nýggja arvalóg!
Kjakið um tey samkyndu hevur nomið við fleiri evnir, sum vit eiga at tosa ordiliga ígjøgnum. Hava t. d. kvinnur og menn rætt til sína egnu ogn? Kann eg gera av, hvør skal arva meg, um eg ikki eigi børn? Tá ið lógin sigur, hvussu nógv børnini hava krav uppá, tá má eg kunna býta alt hitt til hvønn eg vil. Kann eg tað?
Øll skulu hava fullan rætt at gera arvasemju, um børnini harvið ikki missa sín lógarfesta part. Eg haldi hinvegin ikki, at tað bert eru samkynd, ið skulu hava tann rættin. Tað eigur at vera ein mannarættur, men mær vitandi er spurningurin bert tikin upp í samband við kjakið um, hvørt samkynd skulu hava rætt at gera arvasemju. Og tað skulu tey sjálvandi, eins og onnur.
Sig heldur sum er!
Tað verður ofta endurtikið, at vit mugu laga okkum til altjóða samfelagið. Vit mugu gerast demokratisk. Eg dugi ikki at síggja annað enn, at vit eru demokratisk. Demokrati er, at fólk velja síni umboð til “parlamentið”, og meirilutin har er fólksins og landsins vilji. Soleiðis er í øllum londum, sum verða kallað “demokratisk”. Trupulleikin er bert, at vit ikki halda tað sama sum Fogh & Auken ella tílík fólk. Tá ið meirilutin í Føroyum heldur, at fosturtøkan ikki skal vera heilt frí og uttan avmarkingar, so gevur tað Naser Khader rætt at niðurgera føroyska fólkið heilt opið. Í hansara verð er demokrati tað sama sum at vera samdur við honum. Og tað er eisini galdandi fyri donsku pressuni og sjálvandi eisini fyri tað almenna Danmark. Men tað er einki argument móti okkum.
Latið okkum tí bert siga bart út, hvat málið snýr seg um. Vit skulu ikki longur sleppa at halda uppá, at bert hjúnarband er hjúnarband, men at eisini nakað heilt annað skal javnmetast við tí. Har sum hendan fatanin er vorðin lóg, hevur kirkjan ikki longur rætt til at halda upp á Bíbliunnar læru ella sína egnu. Trúarfrælsið er avtikið. Ringast er skilið í Canada og Svøríki. Tú hevur rætt til at prædika eld og svávul. Tú kanst enntá tosa um synd, uttan tann eina, sum ein serlóg er fyri: Homoseksualitet. Hetta er tann lógin, sum tað er so umráðandi at fáa í gildi í Føroyum.
Og nú má eg siga sum er: Eg ivist í, at tey samkyndu sum heild standa aftan fyri ta herferð móti kirkjuni, sum lógarbroytingin hevur verið nýtt til. Sjálvandi ber tað ikki til at gera eina tílíka kanning, men eg kenni ikki tey samkyndu aftur í teirri øsing, sum pressan hevur staðið aftanfyri. Var eg sjálvur samkyndur, hevði eg givið pressuni skyldina fyri teir trupulleikar, sum hon hevði skaffað mær.
Nakað heilt annað: Nú so long tíð er liðin, síðani vit blakaðu hin ómøguliga landsstýrismannin fyri borð, hví eru útlendingamálini ikki loyst??? Tað stendur pressuni frítt at svara!!!