Eg kenni ein søgulærara, sum ikki orkar fyri ferðaleiðarum. Meðan eg stóð púra býtt og lurtaði eftir spennandi frásøgn við eitt grikskt fornminni, risti hann við høvdinum. Hann kendi søguna so væl, at tað píndi hann at hoyra avskeplaðu ferðaútgávuna.
Men who cares, um tað passar ella ikki? Eg vil hoyra søgur, sum gera umhvørvið livandi og stuttligt. Havi júst verið Mykinestúr, sum gjørdist dupult so stuttligur, tí vit høvdu staðkendan ferðaleiðara, sum fortaldi okkum um berjandi risar og ein fornermaðan hval.
Sum so mong onnur fari eg við familjuni til Skotlands í summar, og hvar skulu vit fyrst? Til Loch Ness, sjálvandi. Í veruleikanum er tað bara eitt vatn sum so nógv onnur. Men ein fullkomiliga langt-úti søga ger hetta til meira enn bara eitt vatn.
Bretar hava dugað ótrúliga væl at umskapað bæði eldri og nýggjari søgu til spennandi ferðamál. Í staðin fyri at gráta um, at ídnaðurin er fluttur til Kina, hava teir gjørt gamlar verksmiðjur til livandi søvn, sum fólk flokkast til.
Smá, lítillætin heim hjá kendum rithøvundum eru opin fyri almenninginum, og søgurnar verða fortaldar við orðum og lutum. Soleiðis vekja teir áhuga og keypihug hjá bæði útlendingum og heimligum ferðandi, og ein heilur ídnaður er komin burtur úr.
Vit áttu at havt eitt heilt herlið av føroyskum ferðaleiðarum, sum kendu allar tær stuttligu staðbundnu søgnirnar. Tí uttan søgur eru oyggjarnar bara gras, hav og grót. Tað er fínasta slag, men ikki serliga spennandi.
Nú hugsar onkur kanska, at slíkt popput fjas oyðileggur veruligu søguna. Men so what? Latið søguserfrøðingar og hámentað fólk dyrka veruligu søguna, og latið so allar tær hugvekjandi søgurnar upp fyri okkum øðrum. So vil eg fegin gjalda fyri ein túr út á útoyggj.