Sigþórsson tók McClaren á bóli

Video: Steve McClaren, enskur sjónvarpsviðmerkjari, helt, at tað gekk fínt, men brádliga misti hann málið.

Dagin eftir minniliga sigurin hjá Íslandi ímóti Onglandi eru bretar í øðini. At tapa ímóti einari so lítlari tjóð hevði ongin teirra droymt um, men sum vit úr teimum smærri tjóðunum vita, so ber alt til í fótbólti.

 

Ein teirra, ið sá fyri fær, at hendan dystin fór Ongland helst at vinna, var fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Steve McClaren. Í gjár var hann í leiklutinum sum sjónvarpsviðmerkjari hjá Sky Sports.

 

Tað vóru farnir 17 minuttir, tá ið McClaren greiddi frá, at hóast støðan var 1-1, so gekk tað væl hjá Onglandi. Hann greiddi frá, at ensku spælararnir høvdu nógv meira ferð, vóru vandamiklir upp á deyðbóltar og settu íslendingar undir støðugt trýst. 

 

Sambært McClaren, so hevði Ísland bara eina hóttan - "the big boy upfront", sum eitur Kolbeinn Sigþórsson. McClaren hevði ikki meira enn nevnt navnið á Sigþórsson, so slóð hann til...

 

Kykmyndin sæst omanfyri. Viðmælast kann, at hava eina hampiliga nøgd av ljóði frá, so tað hoyrist, hvat McClaren sigur.

 

Tað endaði við, at Sigþórsson skoraði síðsta málið í dystinum - restin er søga!