Sig so her ráða føroyingar í Føroyum...

Fari hervið staðiliga at heita á tey føroysku fólkatingsumboðini um beinanvegin at gevast við at draga føroysk tjóðarrættindi niður í eitt danskt innanríkispolitiskt putlispæl. Hetta undirgrevur allar fólkaræðisligar mannagongdir og møguleikan at halda nakran til svars. Og hetta ber í bøtuflaka fyri eina avoldaða hjálandaskipan, ið ongantíð hevur tryggjað okkum nøkur altjóða rættindi

Høgni Hoydal
--------------

Stútt og støðugt verða øll mið og mál – og seigliga vunnin rættindi – skúgvað til viks og undirgrivin í hesi politisku undantaksstøðuni, Føroyar eru endaðar í.

Nú eru knappliga okkara hart vunnu rættindi til at skipa fiskiskap í egnum sjógvi – í hesum føri eftir makreli – vorðið eitt mál, hvørs lagna skal avgerast á donskum ráðharrastovum, millum danskar fólkatingsmenn og í einum rættiliga pínligum politiskum og persónligum spinnaríi millum tveir føroyskar fólkatingsmenn.

Hetta er sum at fara fleiri áratíggju aftur í tíðina – ella meira enn hálva øld aftur. Har tað nú aftur skal vera danska stjórnin og vælvild, tilvild ella mótvilji millum danskar politikarar, ið skal avgera týdningarmikil mál fyri føroysku tjóðina.

Tað var um hesa støðu, at Jóannes Patursson yrkti fyri nærum einari øld síðani:

“Og løgtingið rykt er frá stýri aftan úr rong,
og samankroyst á tvinnar danskar krakkar (...)
Sig so her ráða føroyingar í Føroyum.”

Makrelur í egnari sós?
Tað ber jú als ikki til, at avgerðir verða tiknar ella samráðingarstyrki heft at, hvat tveir føroyskir fólkatingslimir finna uppá og hvat teir gartera í pressuni við. Tað skaðar okkara samráðingarstøðu almikið, tí okkara samráðingarmótpartar fylgja væl við í teimum ósemjum og profileringum, sum fara fram í pressuni.

Tað má og skal vera Føroya landsstýri, ið førir orðið og stendur fyri øllum samráðingum við heimild frá Føroya Løgtingi. Og sum stendur til svars mótvegis Løgtinginum og mótvegis Føroya fólki fyri úrslitinum. Hetta er eisini galdandi fyri samráðingar við danskar myndugleikar.

Annars verður talan um reina tilvild og afturvending til støðuna í amtstíðini, tá til dømis sambandstinglimir í danska landstinginum og fólkatinginum vóru avgerandi fyri rættindi føroyinga. Teir samstarvaðu við donsku flokkarnar og danskar stjórnir, og forðaðu á tann hátt fyri sjálvsøgdum rættindum hjá føroyska málinum, útbyggingum av samfelagnum og øðrum týðandi stigum á sjálvstýrisleið.

Tjóðarrættindi hava vit sjálv vunnið
Veruleikin er jú tann, at okkara hjálandastøða og heimastýrisskipanin ikki eru bygdar á altjóða rættindi og fólkaræði. Tær loyva á pappírinum ikki nakran leiklut og nakra støðu hjá føroysku tjóðini at taka sjálvstøðugan lut á altjóða pallinum og at vinna okkum rættindi.

Men bert tí vit hava havt eina áhaldandi tjóðskaparrørslu og ein miðvísan vilja til at bróta teir garðar niður, sum forða fyri at menna hetta landið, hevur eydnast at vinna okkum týdningarmikil rættindi. – Rættindi, sum í dag eru framtíðar grundarlagið undir føroysku tjóðini, og sum kanska mongum í dag tykjast sjálvsøgd. Men sum bara eru vunnin við at taka egna støðu, at sleppa hørðu sambandsmótstøðuni og við ikki lata samráðingarrætt til aðrar myndugleikar at gera av.

Egið fiskimark – hóast sterka mótstøðu
Tak nú bara stríðið fyri yvirhøvur at skipa egið fiskimark. Í mong harrans ár var eitt stríð við danskar myndugleikar um hetta mál. Danmark hevði onnur áhugamál at røkja, tí tað ynskti góðar handilssáttmálar og aðrar avtalur við Bretland. Og tí gingu so mong ár (har sambandsflokkurin arbeiddi hart ímóti egnum fiskimarki og segði at Danmark heldur skuldi orðna viðurskiftini fyri okkum) til vit loksins við einum meiriluta á tingi fingu fyrst 12 fjórðinga fiskimark. Og síðani 200 fjórðinga fiskimark, tá nýggi altjóða havrættarsáttmálin fekk gildi í 1977. Tá hevði sambandsflokkurin eisini upprunaliga ta støðu, at vit skuldu fylgja Danmark inn í ES. Og høvdu vit fylgt tí, so varð onki fiskiríkidømi at býta ella umsita hjá okkum í dag.

Egnar sáttmálar við onnur lond
Og tað var eisini eftir hetta, at vit fóru undir at samráðast um egnar sáttmálar við onnur lond um fiskirættindi. Á pappírinum varð hetta ikki møguligt, men við einum sterkum landsstýri og meiriluta á Løgtingi, eydnaðist eisini at bróta hesar garðar niður og vinna okkum rættindi. Tað varð jú tá staðfest, at meðan Danmark var farið inn í ES, so noyddust vit sjálv at gera avtalur við ES á fiskivinnuøkinum – har Danmark eisini var mótpartur.

Fáur hevur síðani roynt at spola tíðina aftur og at billa føroyingum inn, at tað er ein spurningur um vælvild frá donskum myndugleikum og politikarum, at vit vinna okkum fiskirættindi. Danmark røkir sjálvsagt síni áhugamál, og tá tey ganga ímóti teimum føroysku, so skulu vit staðfesta tað, og leggja okkara samráðingarætlan og -amboð eftir tí.

Í makrelstríðnum eiga vit tildømis at hava tætt samstarv við Ísland – uttan á nakran hátt at billa okkum inn, at Ísland ikki røkir síni áhugamál fyrst og fremst. (Og vit kunnu bert ímynda okkum, hvussu nógv fiskirættindi Ísland hevði havt, um teir vóru heimastýri undir Danmark og settu sítt álit á samráðingarnar og avgerðir skuldu takast á Christiansborg).

Fullveldi er lykilin til rættindi
At Danmark nú sum partur av ES verður við til at samtykkja heimildir at at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum, er ein avleiðing av teirri vánaligu støðu vit hava á altjóða pallinum sum eitt heimastýrisligt hjáland. Hetta er eitt prógv um, at fullveldi er lykilin til at vinna okkum altjóða støðu, har vit kunnu gagnnýta altjóða rætt og felagsskapir í ávísum førum.

Um Føroyar til dømis vinnur sær limaskap í altjóða handilsfelagsskapinum WTO, so kundu vit kært revsiatgerðir hjá ES til dóms hjá teimum. Vit hava jú altjóða havrættarsáttmálan á okkara síðu, ið staðfestir rættin at fiska í egnum sjógvi. (Og annars loyvir WTO eisini londum limaskap, ið ikki eru fult sjálvstøðug, men hava egið tolldømi. Tó heldur danska stjórnin ikki hetta vera gjørligt hjá Føroyum og vísir til hasa ólukku uttanríkispolitisku heimildarlógina, ið sigur, at har Danmark er frammanundan, kunnu Føroyar ikki gerast limur).

Bera í bøtuflaka fyri hjálandastøðuni
Heldur enn at sláa fast, at tað eru føroyskir myndugleikar, sum skulu taka allar avgerðir og standa fyri øllum samráðingum í hesum máli. Heldur enn at gera staðiliga vart við, at Føroyar eiga at hava full rættindi í altjóða samfelagnum til tess at mennast – og at tað tí er neyðugt at Føroyar gerast sjálvstøðugt land við egnum uttanríkispolitikki. So síggja vit nú bæði fólkatingsumboðini kappast um at bera í bøtuflaka fyri donsku stjórnina og fyri hesa óvirðiligu hjálandastøðuna, sum skal pyntast og pakkast inn.

Hetta haldi eg á ongan hátt er umboðandi fyri tann stóra partin av Føroya fólki, sum vil hava fólkaræði og einar frælsar Føroyar.

Bidda um vælvild
Hetta er at spola langt aftur í tíðina og at gera okkum til biddarar um vælvild – tað veri seg pening ella annan stuðul – frá donsku stjórnini.

Og eisini her hóska orðini hjá Jóannesi Patursson:

“Tað tykist okkum fjálgast at vera eins og kú,
 ið livir væl á sínum heimabeiti.”