44 ára gamla, Simone Barreto Silva, sum doyði í yvirgangsálopinum í Notre-Dame kirkjuni í Nice í gjár, var upprunaliga úr Brasilia, men hon hevði búð í Fraklandi seinastu 30 árini. Hon gjørdist ein av trimum, sum lótu lív í atsóknini í kirkjuni, tá ein 21 ára gamal maður leyp á við knívi.
Simone Barreto Silva slapp út úr kirkjuni og søkti sær skjól á einari matstovu nærindis, men hon doyði av løstum, hon hevði fingið. Hin 44 ára gamla átti trý børn, og áðrenn hon doyði av fleiri stungum, fekk hon borið eini týdningarmikil boð.
- Hon var øll tað bera blóð, tá hon kom tvørtur um vegin. Beiggi mín og ein annar starvsfelagi hjálptu henni innar í matstovuna. Tey skiltu einki. Tá segði kvinnan, at ein vápnaður maður hevði verið inni í kirkjuni.
Tað sigur matstovustjórin við útvarpsrásina, Franceinfo. Sambært stjóranum doyði Simone Barreto Silva umleið hálvan annan tíma eftir, at hon var komin inn á matstovuna.
- Hon fekk snakkað, meðan heilsustarvsfólk royndu at bjarga lívi hennara, sigur matstovustjórin, sum leggur aftrat, at beint áðrenn kvinnan doyði, segði hon: "Sig við míni børn, at eg elski tey..."