Siga at Putin hevur koyrt í gøtunum í Mariupol og tosa við fólk

Sambært Kreml skal Putin forseti hava verið við trylu í Mariupol, har hann hevur tosað við fólk á staðnum.

 

ST metir, at 90 prosent av íbúðarbygningunum í Mariupol eru lagdir í oyði í russisku bumbingunum. (Arkivfoto). - Foto: Alexander Ermochenko/Reuters

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur eftir øllum at døma verið á sonevndari arbeiðsferð í í ukrainska býnum Mariupol.

Tað upplýsir tíðindatænastan hjá Kreml í dag sambært russisku ríkisstýrdu tíðindastovuni Tass.

Kreml upplýsir, at russiski forsetin ferðaðist til Mariupol við tyrlu.

Har skal hann hava koyrt runt í gøtunum í einum akfari og steðgað fleiri ferðir á vegnum.

Sambært Kreml vitjaði russiski forsetin fleiri støð í býnum og tosaði við íbúgvar.

Upplýsingarnar um vitjanina hjá russiska forsetanum í Mariupol eru ikki váttaðar aðrastaðir.

Frá Tass verður heldur ikki upplýst, nær vitjanin skal hava verið.

Mariupol liggur í landssynningspartinum av Ukraina. Býurin varð bumbaður sundur og saman av russarum fyrsti í krígnum.

Síðst í mai kom býurin undir russiskt eftirlit, og síðst í september varð hann saman við restini av Donetsk-landslutinum og trimum øðrum russiskum landspørtum tikin upp í Russland.

Sambært Ukrainsku stjórnini eru minst 25.000 fólk deyð í Mariupol.

Í dag skriva russiski ríkismiðilin eisini, at Putin hitti hægsta hernaðarleiðaran í hernaðarátakinum í Ukraina.

Putin skuldi millum annað hava hitt generalstábssjóran Valerij Gerasimov, sum stendur á odda fyri krígnum hjá Russlandi í Ukraina.

Teir hittust á einum kommandoposti í Rostov við Don í syðra parti av Russlandi, skrivar Tass sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað verður ikki upplýst, nær fundurin skal hava verið.

Í gjár var Vlademir Ptuin á vitjan á Krim fyri at hátíðarhalda níggju ára dagin fyri russisku innlimanina av hálvoynni, sum var ukrainsk.

Vitjanin var ikki almannakunngjørd frammanundan. Russiski leiðarin hitti russiskt ríkissjónvarp ein listaskúla í býnum Sevastopol. Saman við Putin var guvernørurin á Krim, Mikhail Razvozjajev.

Annekteringin av Krim er ikki altjóða viðurkend, og nógv tey flestu av heimsins londum halda framvegis, at øki hoyrir til Ukraina.

Dagin fyri vitjanina hjá Putin á Krim sendi altjóða revsidómstólurin ICC út eini handtøkuboð um russiska forsetan.

Dómstólurin leggur Putin undir at hava ábyrgdina av krígsbrotsgerðum framdar í Ukraina.

/ritzau/

 

ST metir, at 90 prosent av íbúðarbygningunum í Mariupol eru lagdir í oyði í russisku bumbingunum. (Arkivfoto). - Foto: Alexander Ermochenko/Reuters