KÍF sum liggur á fimta plássi við níggju stigum, trý stig aftanfyri Neistan og VÍF hevur brúk fyri at vinna á H71 í Hoyvíkshøllini seinnapartin í dag klokkan 16.30 um kollfirðingar ikki skulu falla afturúr í stríðnum um at vinna seg í FM-hálvfinalurnar.
6. oktober tapti H71 sín einasta dyst higartil hetta kappingarárið, tá teir taptu 27-31 móti KÍF í høllini í Kollafirði, og tí hava hoyvíkingar sum liggja greitt á odda í Okkaradeildini við 16 stigum nakað at hevna.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 9 | 267 | 210 | 57 | 16 |
STÍF | 10 | 285 | 276 | 9 | 13 |
NEISTIN | 10 | 269 | 243 | 26 | 12 |
VÍF | 10 | 282 | 266 | 16 | 12 |
KÍF | 9 | 251 | 240 | 11 | 9 |
KYNDIL | 10 | 257 | 267 | -10 | 6 |
TEAM KLAKSVÍK | 10 | 215 | 324 | -109 | 0 |