Siga frá týdningarmesta hondbóltslandsdystinum nakrantíð

Hilmar Jan Hansen sigur frá U21 HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Finnland, sum stórur spenningur er um

Klokkan 17 spælir føroyska U21 manslandsliðið týdningarmesta hondbóltslandsdyst nakrantíð, tá teir í høllini á Hálsi í Havn spæla triðja og seinasta HM-undankappingardystin í bólki 7. Hesin verður ímóti Finnlandi. Vinnur føroyska liðið, ella leika teir javnt, so verða teir fyrsta føroyska liðið í liðítrótti, sum vinnur seg til eitt endaspæl. Um Sveis vinnur á Ísrael, so kann føroyska liðið eisini klára seg við einum tapi við færri enn trimum málum.

 

HM-endaspælið fyri U21 manslandslið verður í Algeria seinni í ár. 

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2. Julian Johansen verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 16.40.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 98,7 og FM 95,9. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101. 

 

Myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo í kvøld. In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá sera týðandi dystinum.