Siga frá trimum flogbóltsdystum hetta vikuskiftið

(FM1) Hoyr samrøðu við Thorvald Danielsen (Mjølnir) og Suna Juul Pedersen (Fleyr)

FM1 sigur frá ikki færri enn trimum flogbóltsdystum hetta vikuskiftið.

 

Leygardagin verður sagt frá tveimum dystum. Klokkan 13.15 verður sagt frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum millum Drátt og SÍ á Giljanesi. Klokkan 16 verður sagt frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum SÍ og ÍF í Sørvági.

 

Sunnudagin verður sagt frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr í KÍ-høllini í Klaksvík. Dysturin byrjar klokkan 13.

 

Óli G. Samuelsen sigur frá. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi fyrr í vikuni, tá hann prátaði við Thorvald Danielsen hjá Mjølni og Suna Juul Pedersen hjá Fleyr farna týskvøld, tá Mjølnir vann 3-1 á Fleyr í høllini á Hálsi í Havn.