Effodeildin: Hetta vikuskiftið fara Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen at siga frá trimum dystum í effodeildini.
Í dag sigur Tróndur Arge frá dystinum millum AB og KÍ, sum byrjar klokkan 17. Sendingin byrjar klokkan 16, har m.a. eitt longri prát við Eyðun Klakstein, KÍ-venjara verður at hoyra.
Í morgin byrjar Rás2 at senda longu klokkan 14. Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum millum B36 og TB, sum byrjar klokkan 15, og Tróndur Arge sigur frá dystinum millum ÌF og HB, sum byrjar klokkan 16. Hinir báðir dystirnir, ið verða spældir klokkan 15 sunnudagin eru 07 Vestur-NSÍ og EB/Streymur-Víkingur. Har fer Rás2 eisini at fylgja við gongdini.
Tá ÍF-HB er liðugur verður sendingin "3. hálvleikur" á skránni.