| Ein stórur meiriluti av føroyingar vil ikki síggja flóttafólk í Føroyum. Tað er greiða niðurstøðan í eini kanning, spyr.fo, hevur gjørt fyri okkum.
Spurningurin um flóttafólk í Føroyum hevur verið eitt hitt heitasta kjakevnið í Føroyum síðani ársskiftið, tá ið løgmaður helt sína umstríddu nýggjársrøðu fyri føroyingum.
Tá staðfestir hann, at eisini føroyingar eiga at gera sínar altjóða og menniskjansliga skyldu á flóttafólkaøkinum. Hann nevndi í hesum sambandi, at vit eiga at taka ímóti einum 40-50 flóttafólkadamiljum.
Seinni hevur hann drigið íland og viðurkent, at tað var eitt mistak at nevna nakað ávíst tal. Men annars broytir hann ikki støðu, tí hann heldur framvegis, at vit eiga at taka ímóti flóttafólkum.
Hinvegin eru onnur boð komin upp á, hvussu nógvum, flóttafólkum, vit kunnu taka ímóti.
Johan Dahl, sum er landsstýrismaður í útlendingamálum, staðfestir, at sum støðan er nú, eru als ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólkum. Tað fyrsta, vit eiga at gera, er at taka støðu til um vit yvirhøvur skulu taka ímóti flóttafólkum í Føroyum.
Koma vit til ta niðurstøðu, at tað skulu vit, skal eitt drúgt fyrireikingararbeiði gerast fyri at vit hava eitt tilboð til tey, tá ið tey koma. Men hann helt, at talan kann í mesta lagið vera um at taka ímóti 5-10 flóttafólkafamiljum, helst kanska bara tveimum ella trimum familjum.
Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi er eisini varin, tí hansara boð er, at vit taka ímóti 10 familjum hesi næstu 20 árini, ella einari familju annaðhvørt ár.
Men enn hevur ongin spurt vanliga føroyingin, hvat hann heldur um flóttafólk og tískil hava vit fingið spyr.fo at gera eina spurnarkanning fyri okkum
Kanningin byggir á svar frá 530 tilvildarliga valdum føroyingum. Og hon vísir, at greiður meiriluti av føroyingum eru ímóti at fáa flóttafólk til Føroya.
Kanningin vísir nevniliga, at 63 prosent, ella næstan tveir triðingar av føroyingum, vilja ikki at vit skulu taka ímóti flóttafólki í Føroyum.
Hinvegin vísir kanningin eisini, at 37 prosent, ella gott og væl ein triðingur, heldur, at vit eiga at taka ímóti flóttafólki.
Vit hava meiri um kanningina seinni í dag. Eitt nú eru fólk eisini spurd, hví tey ikki vilja taka ímóti flóttafólkum. Og vit fáa eisini at vita um munur er á, hvat mannfólk og konufólk halda um hendan spurning.
|
Siga kortanei til at fáa flóttafólk til Føroyar Siga kortanei til at fáa flóttafólk til Føroyar
Ein kanning vísir, at stórur meiriluti av føroyingum eru ímóti flóttafólki
info
Áki Bertholdsen
3. mars 2015 kl. 08:13
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
13 tímar síðan
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
4 tímar síðan
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
7 tímar síðan
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Satira í fleiri løgum
1 tími síðan
Tíðindi
Tummas Pauli Mohr nýggjur stjóri í Demich
1 tími síðan
Tíðindi
Zelenskyj kennir seg sviknan av Trump
1 tími síðan
Tíðindi
Koyrilíkindini: Upp í 51 ms
2 tímar síðan
Fótbóltur
Champions League: Bodø/Glimt syrgdi fyri enn einum norskum bragdi
2 tímar síðan
Tíðindi
Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir í hálvt ár
3 tímar síðan
Hondbóltur
Annika og liðfelagarnir vunnu triðja sigurin á rað
3 tímar síðan
Hondbóltur
Myndir: Kyndil-H71 kvinnur
3 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Strømsgodset vann stórsigur í toppdystinum móti Kongsvinger
4 tímar síðan
Tíðindi
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
4 tímar síðan
Hondbóltur
Liðið hjá Maritu vann stórsigur - liðið hjá Janu tapti greitt
4 tímar síðan
Tíðindi
Video: Filmur av illveðrinum í dag
5 tímar síðan