Siga nei til at geva útlendingum loyvi at eiga 49 % av føroyskum alibrúkum

Ein stórur meiriluti í vinnunevndini hjá løgtinginum er ímóti, at útlendingar skulu sleppa at eiga upp til 49 % av føroyskum alibrúkum. Sostatt er greitt, at málið fellur

Tað er nú greitt, at løgtingið fer ikki at samtykkja ætlanina hjá Finnbogi Arge um at geva útlendingum rúmari ræsur í føroysku alivinnuni.

Sum er kunnu útlendingar eiga upp til 33% av føroyskum alibrúkum.

Men í heyst legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, uppskot fyri tingið um at geva útlendingum loyvi til at eiga upp til 49% av førouyskum alibrúkum.

Hann helt, at tað var umráðandi við útlendskum pengum í alivinnuni, skuldi hon menna seg so væl sum til bar og kasta so nógv arbeiði av sær sum gjørligt.

Hendan ætlanin var eitt av teimum stóru kjakevnunum í heyst og tað kom rættiliga skjótt til sjóndar, at tingmenn vóru meiri enn ivasamir um ætlanina.

Ført var fram, at fekk Landsstýrismaðurin sett sína ætlan í verk, fór tað at føra til, at føroyingar kundu missa ræðið á alivinnuni. Og teir hildu tað eisini verða óheppið, at vinningurin skuldi fara av landinum.


Vinnunevndin sigur nei

Málið varð beint í vinnunevndina hjá løgtinginum til vigerðar.

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið í farnu viku og tað er nú greitt, at tann sami ivin hevur gjørt seg galdandi í vinnunevndini, sum kom fram í viðgerðini í Tinginum.

Formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen, sigur, at hóast viðgerðin ikki er heilt liðug enn, er tað púra greitt, at tað er ikki meiriluti í vinnunevndini fyri uppskotinum.

Hann sigur tvørturímóti, at vinnunevndin er at kalla samd um at vera ímóti uppskotinum.

? Tað, sum serliga fær nevndarlimirnar at ivast, er, at teir eru bangnir fyri, at útlendingar skulu fara avstað við alivinnuni so at føroyingar missa ræðið á henni, sigur formaðurin í vinnunevndini.

Nevndarlimirnir í vinnunevndini vísa eisini á, at vit eru í ferð við at broyta okkara handilsavtalur við ES.

? Og tá kann tað lættliga henda, at ein lóg sum henda er nyttuleys, tí ein partur av eini nýggjari avtalu kann einsvæl verða, at tað skal verða frítt hjá útlendingum at gera íløgur í alivinnuna.

Tí er tað greitt, at tað verður ein at kalla samd vinnuevnd, sum fer at mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið um at geva útlendingum loyvi til at eiga upp til 49% av føroyskum alibrúkum.

Heini O. Heinesen sigur, at hann dugir ikki at síggja endamálið hjá landsstýrismanninum at leggja so stóra orku í at geva útlendingum rúmari ræsur í føroysku alivinnuni, tá ið politiska mótstøðan er so stór og tá ið ein komandi handilsavtala harafturat møguliga ger tað óneyðugt.

Undir viðgerðini hevur vinnunevndin havt fund við Landsstýrið, umframt við alarar og teir, sum gera fóður.

Løgtingsfundur verður aftur fríggjadagin 22. januar og tá fer vinnunevndin væntandi at leggja álitið fram.